Friday, August 6, 2010

Frammanfyri

Ingálvur av Reyni

Ein øgilig bíðirøð í Eik Banka gav høvið at hyggja nærri at listini, ið har hongur. Tað er serliga Føroya Banki, ið er kendur fyri at eiga eitt imponerandi savn av føroyskari myndlist og sum eg havi skilt tað, er meginparturin av verkunum hjá Eik Banka yviri við Strond. Men óansæð, so var myndin, sum undirritaða sá ein henda fríggjadag seinnapart í Eik í deildini í miðbýnum so mikið áhugaverd og so ómetaliga vøkur, at eg næstan gloymdi míni bankaørindi. Myndin, ið hongur við trappuna, sum gongur uppá í Eik Banka er ein av kvinnumyndunum hjá einum føroyskum listamanni, sum her á landi var meira modernaður enn hvat føroyingar flestir megnaðu at fata, tá hann umleið 1960 málaði tær mest abstraktu myndirnar, sum føroyingar høvdu sæð.



Yvir hundrað ár eru liðin síðani ein annar listamaður, spanski málarin Pablo Picasso (1881-1973) skelkaði sítt nærumhvørvi við myndini “Demoiselles d´Avignon”, sum skakaði og kollvelti listaheimin og gjørdist ein grundarsteinur undir modernaðu myndlistini, sum enn í dag inspirerar, eisini føroysk listafólk. Hetta var t.d. eitt tað fyrsta verkið, sum listamennirnir Anker Mortensen og Torbjørn Olsen nýttu høvið at vitja í MoMA (Museum of Modern Arts) á teirra ferð til New York fyri nøkrum árum síðan og tá verkið fyllti hundrað ár fyri tveimum árum síðani, vóru heilar ráðstevnur hildnar um hesa einu myndina.


Picasso arbeiddi í fleiri ár við skitsum, blýantstekningum og akvarellum til hetta verkið og møguliga var stóri oljumálningurin uppá hálvantriðja metur ikki heilt fullførdur í 1907, tá hann er dagfestur. Í øllum førum stóð hann í mong ár í starvsstovuni hjá Picasso og aloftast vendi baksíðan úteftir. Málningurin varð upprunaliga ikki framsýndur alment; tað vóru bert tey, ið høvdu sína gongd í atelierinum, sum sóu hann og sjálvt um hetta var ein ógvuliga sofistikeraður og listakønur skari, ið taldi progressivar listsavnarar sum Gertrude og Leo Stein, víðgongda listaummælaran Félix Féneon og avantgarde listafólk sum Matisse og Braque, gjørdust tey øll sum ein illa við av myndini, ið varð hildin at vera margháttlig og óskiljandi. Leo Stein lýsti verkið sum tað bera og andskræmiliga órudd, meðan Felix Féneon ráddi Picasso til at halda seg til keiputekning í framtíðini. Listahandlari Picassos, Kahnweiler var púra sannførdur um, at at myndin ikki kundi vera liðug, so ymishættað hon var hvat stíli viðvíkur. Men helst vóru tað listafólkini, ið gjørdust mest uppøst av myndini. Braque kendi seg beinleiðis brendan av henni, “eins og onkur drakk bensin og spýtti eld”, meðan Matisse og Derain vóru samdir um, at avvarðandi listamaðurin mundi vera álvarsliga sálarliga sjúkur og kanska enntá í sjálvmorðsvanda.

Men hvør er so orsøkin til ta ógvusligu samtíðarreaktiónina? Vit gera okkum ikki altíð greitt hvussu ótrúliga nógv tíðin ávirkar okkara listafatan og tí kann tað í dag tykjast okkum løgið, at ein lutfalsliga dekorativ mynd sum “Demoiselles d´Avignon” kundi elva til slíka øsing. Um vit hyggja at myndini, lýsir hon fimm naknar kvinnur, sum eyðsýniliga standa ella sita modell. Møguliga er hetta eitt bordell, sum vit fáa innlit í; í øllum førum sigst heitið sipa til eitt tílíkt hús í Barcelona, men hetta sigur myndin altso ikki nakað beinleiðis um. Í forgrundini síggja vit frukt á einum hvítum klæði, men sum heild er rúmið ringt at meta um við bakgrundini, sum á løgnan hátt blandast við kvinnuskapini frammanfyri. Myndin er so merkiliga hendingaleys og vit fáa einki at vita um hvar vit eru stødd og nær hetta gongur fyri seg. Tann einasti, sum ger nakað er kvinnan vinstrumegin, ið líkasum styðjar seg uppeftir og sum harvið lyftir brúnliga leiktjaldið. Høgrumegin trínur ein onnur kvinna inn í myndarúmið gjøgnum einar bláhvítar gardinur. Hesar báðar kvinnurnar ramma inn og miðsavna ansin fyri teimum trimum kvinnunum í miðjuni, sum stara beint út úr myndini móti áskoðaranum. Meðan tær tvær kvinnurnar í miðjuni síggja lutfalsliga vandaleysar og klassiskt poserandi út, tykist tann triðja nærum óhugnalig við tí maskukenda andlitinum.



Sjálvt myndevnið hevur ikki verið tað minsta provokerandi. Lýsingar av naknum kvinnum eru ógvuliga vanligar í klassiskari list. Men um vit hugsa um klassisku myndirnar hjá t.d. Tizian og Rubens, har nakna kvinnan er symbol uppá harmoni, vakurleika, njóting og nýtt lív, er stórur munur millum hesar og so kvinnulýsingarnar hjá Picasso, sum onkursvegna tykjast anti-sensuellar og disharmoniskar. Um tað so er fruktin í forgrundini, sær hon ikki serliga innbjóðandi út. Ikki er tað løgið, at myndin tóktist vinfólkum Picassos óruddilig og disharmonisk. Myndin er kompleks og assymetrisk, uppbygd av tvørgangandi skáklinjum í einum klaustrofobiskum myndarúmi uttan ein savnandi miðdepil. Allar umhvarvsstrikur eru knívhvassar og nógvir av teimum kvinnuligu formunum enda í spískum vinklum. Serligur dentur er lagdur á eyguni við svartari, grovari konturlinju. Í staðin fyri at vera sansaliga eggjandi, tykjast kvinnurnar við teirra víðopnu eygum beinleiðis ágangandi.


Sostatt var tað neyvan myndevnið, sum skakaði vinfólkini hjá Picasso, men heldur mátin, myndevnið var lýst. Omanfyrinevnda hugsan Kahnweilers um ørkymlandi stílblandið er ikki av leið, tí myndin inniheldur ávirkanir frá klassiskari list, samstundis sum myndin er ovurmoderna og harumframt fangar ótrúliga nógv rák í samtíðini. Hóast myndevnið er klassiskt, tykjast kvinnurnar í mynd Picassos nakað væl minni blúgvar enn í teimum gomlu klassisku lýsingunum. Medferð og huglag minnir meira um tátíðar franskar pornomyndir, hvørs kvinnulýsingar eru meira ágangandi, men kanska eisini á ein hátt væl daprari enn tær heilsugóðu og eiggiligu kvinnurnar hjá Rubens.

Á maskunum ella maskukendu andlitunum sæst íblástur frá frumkendari list, sum Picasso eins og mong onnur, byrjaði at samla uppá um somu tíð sum myndin stavar. Sjálvur nevnir Picasso Cézanne sum sína størstu inspiratión og tað er einki at ivast í, at Cézanne og hansara máliháttur við geometrisering og føstum bygnaði, ið legði serligan dent á flatan, fekk alstóran týdning fyri myndina og kubismuna, eins og Van Gogh, Gauguin og Matisse og teirra dekorativa antirealisma eisini høvdu sína stóru ávirkan. Innihaldið í Demoiselles er fleirraddað og hevur umframt ta sosialu dimensjónina, sum viðger kvinnuleiklutin í einum bordelli, eisini eina biologiska, ið staðfestir ta náttúrligu kynsligu girndina. Maskurnar eru áhugaverdar í hesum sambandi, tí tær geva myndini brá av onkrum upprunaligum og villum, eins og tær geva hugasamband til ein eldri samtíðarmann hjá Picasso, nevniliga Sigmund Freud, hvørs tankar um dulvitið gjørdist kendir í Europa frá aldarskiftinum. Men tað allarmest geniala og nýskapandi við Demoiselles d´Avignon er knýtt at filosofiska grundarlagnum, sum myndin er bygd á og sum eisini er ávirkað av uppdagingum í samtíðini, m.a. relativitetsteori Einsteins, har virðið av t.d. tíð og rúmi gerst treytað. Eitt tað mest merkisverda við Demoiselles d´Avignon er nevniliga, at hon inniheldur fleiri sjónarmið. Hetta síggja vit t.d. á eygunum hjá teimum báðum kvinnunum í miðjuni, sum vit síggja avmyndaði frammanífrá, meðan vit síggja nøsina frá síðuni. Hervið brýtur myndin sentralperspektivið, sum hevði verið einaráðandi innan myndlistina síðan endurburðartíðina í 15.øld og sum tekur støði í okkara rúmliga sjónarhátti, hvørs útsýni er treytað av einum ávísum sjónarmiði.


Tað var henda frá fyrstan tíð sera illa lýdda myndin "Frúnnar úr Avignon", ið gjørdist byrjanin til ta sonevndu kubismuna, sum breyt við aldargamla, mimetiska listaidealið um at endurgeva veruleikan trídimensjonalt m.a. við nýtslu av sentralperspektivinum. Frá 1908-1911 mentu Picasso og Georges Braque (1882-1963) tað kubistiska málaríið, har teir m.a. rannsakaðu møguleikarnar í tveydimensjonala flatanum í landslags- og figurmyndum, sum fingu alstóran týdning fyri ta komandi abstraktu myndlistina. Picasso var eitt sonevnt undurbarn og hann var fullgreiður yvir síni evni og týdning fyri ta abstraktu myndlistina. Sjálvur segði hann: “Eg dugdi at mála sum Rafael, tá eg var 12 ára gamal. Tað tók mær eitt heilt lív at læra at mála sum eitt barn”. Og hóast eitt sindur fýrkantað, er sitatið beinrakið um hetta torskilda hugtakið, sum upprunaliga sipaði til eitt nú kubistiska list og aðra ímyndandi list, ið var avskeplað ella einfaldað. Í dag verður hugtakið heldur ørkymlandi eisini nýtt um nonfigurativa myndlist.



Hóast tað eyðvitað eru mong ár millum frúnnar hjá Picasso og kvinnu- og gentumyndirnar hjá Ingálvi av Reyni, eru tær nýggjaru í ein vissan mun bygdar á listarligar ásannanir, sum Picasso legði fyri. Íblástur sæst eisini á tí tálmaða litavalinum, ið eyðkennir kubismuna frá 1908, sum Ingálvur av Reyni lærdi umvegis danskar málarar sum Immanuel Ibsen og kanska serliga Jack Kampmann, sum jú er ein sera týdningarmikil persónur í føroysku listasøguni. Tær mongu gentulýsingarnar hjá Ingálvi eru ymiskar alt eftir hvar hesin djarvi listamaðurin er staddur í síni menning. Summar eru nonfigurativar, meðan tær flestu eru abstraktar í orðsins veruligu merking sum t.d. kvinnumyndin í Eik Banka frá 1982. Í hesu frálíku myndini ber sostatt til at skyna á eitt kvinnuskap við rundum formum, við høvdi, hálsi og kroppi mitt í myndini og henda fatanin verður eisini undirstrikað av vertikala portrettmyndaformatinum.


Í staðin fyri at herma eftir veruleikanum, verður myndevnið tulkað og einfaldað soleiðis, at bara hugmyndin stendur eftir sum ein skaldslig nýtulking. Dømi um eina tílíka er herliga myndin “Liffa” frá 1981, hvørs litføgru strikur og dynamisku strok er tulking listamansins av eini litríkari og livandi persónligheit. Tað var m.a. omanfyrinevnda Jack Kampmann fyri at takka, at franska listin í stóran mun kom at ávirka heimligu listina. Hann hevði sjálvur stóran áhuga fyri Cézanne og sum listaformidlari og lærari fekk hann alstóran týdning fyri føroysku listina. Í filminum um Ingálv av Reyni "Svartur sannleiki" greiðir Ingálvur frá, at tað serliga vóru ráð frá Kampmann, ið gjørdu hann føran fyri at leggja frá sær aftur sterku mótsetningslitirnar, sum professari hansara á akademinum, Axel Jørgensen, hevði lært sínar næmingar at brúka.





Vakra kvinnumyndin í Eik Banka er besta dømi um hvussu lutfalsliga tálmaða litavalið av svørtum, hvítum, gulum og brúnbrendum gerst eitt satt ríkidømi av úttrykksmøguleikum í hondum Ingálvs, sum burtur úr myrkri og ljósi, figur og grund skapar sína mynd. Kvinnufigururin tykist dynamiskur sum hann stendur á skák í myndarúminum, men um somu tíð verður framfýsna skákstrikan javnvigað av eini aðrari mótgangandi skákrørslu í høvdinum, sum hevur eitt meira afturhaldandi brá í hesi framúrskarandi og kærleiksfullu kvinnutulking hjá listamanninum á Lützenstrøð, sum í heimliga umhvørvinum var staddur frammanfyri sína tíð.
(KP)