Thursday, March 8, 2012

Gleðiligan stríðsdag, passiva kvinna!

Tað er 8. mars, altjóða kvinnudagur. Síðsta ár miðsavnaðu vit okkum hendan dagin um kvinnulistina ella sonevndu kusulistina, um kvinnuna sum subjekt, um hennara aktivu skapan og hennara yvirtøku av mannliga økinum og mannligu eygleiðingini. Men ofta er kvinnan í listini passiv, hon er model, eitt objekt, sum ikki hyggur at, men verður hugd at. Hennara uppgávu í listini er fyrst og fremst at vera vøkur. Maðurin er hinvegin eitt subjekt, hann er aktivt skapandi, tað er hann, sum fruktar løriftið við sínum pensli og sjónarhornið er hansara. Hetta heldur deprimerandi kynsbýtið broytist sjálvandi, men hevur enn ávirkan - tilvitað ella ótilvitað, aktivt ella passivt - á okkara ímyndir um list. Her eru nakrar passivar kvinnur: 




Max Beckmann: “Quappi”. 1932-35. Max Beckmann segði um seg sjálvan, at hann var plágaður ella vælsignaður við fruktagóðum og vitalum sensusaliteti. Ímyndin um, at tann mannligi sexualiteturin er útfarandi, aktivur og aggressivur hevur stóran týdning fyri okkara fatan av, at listafólk eru menn. 

 Francois Boucher: “ Genta”. 1751. Myndin er frá teimum døgum, tá ein maður var ein maður og ein kvinna ein kvinna. Tá menninir kurtiseraðu og kvinnurnar koketteraðu, og sakloysi og góðvarni uttan trupulleikar kundi sameinast við gleivandi lør og freistandi rumpur. 



Tintoretto: “Kvinnuportrett” c.1570. Millum fleiri listamenn verður enn roknað sum natúrligt kurteisi, at kvinnur hyggja burtur við smædnum yvirbrá meðan tær vísa boppur. 




Gauguin: “Tahiti kvinnur”. 1891. Áhugin hjá Gauguin fyri bjørtu litunum á Tahiti var stórur, men áhugin fyri teimum frílyntu og fýrisligu kvinnunum á Tahiti var ikki minni. Hesar Tahitikvinnurnar vóru á so mangan hátt lættari at fáast við enn hansara egna, gronuta kona. Kvinnan sum frítt nátturubarn er høgt elskað myndevni hjá óteljandi listamonnum. Hugsið bara um Barbaru hjá Jørgen Frantz Jacobsen. 



Picasso: ”Kvinna”. Størsti listamaðurin í 20.øld, Pablo Picasso, var eisini ein helvitis kalur og konufólkarevur um ein háls. Hansara potensur er víðagitin og hansara makt yvir kvinnum var eftir øllum at døma fullkomin. Men sjálvt um hann kundi dríva kvinnur út í sinnissjúku, koma vit ikki uttanum, at hann hevur málað nøkur av bestu kvinnuportrettunum í heimssøguni.

Salvador Dali: “Leda Atomica”. 1949. Elskaða konan hjá Dali, Gala, verður á myndini pallsett sum móðir, erotiskt objekt, dís, gudinna og jomfrú í einum stórslignum blandi. Hetta er ein lutfalsliga vanlig samanseting, tá menn mála kvinnur.



Botticelli: “Venus verður fødd”. 1484. Ultimativa myndin av kvinnuligum og følnum ungdómi og vakurleika. Kvinnan, sum allar aðrar kvinnar verða mettar í mun til. 



Anders Zorn: “Model”. 1889. Í norðurlendsku hevdini tykist vera ein ávísur forkærleiki fyri vitalistiskum kvinnulýsingum. Sterkar heilsugóðar kvinnur í náttúruni er vælumtókt evni, men hóast teirra lívsmegi, halda hesar kvinnur seg eftir øllum at døma passivar og lata seg objektivisera.

Edvard Munch: “Madonna” 1893-1894. Munch fataði kvinnuna sum eina gátu, sum hann bæði girnaðist og firnaðist.


Roy Lichtenstein: “M-Maybe”. 1965. Hesa“Sweet Dream Baby” gjørdi Roy Lichtenstein ódeyðiliga. Latið blondinusøgurnar byrja…




Thomas Gainsborough: “Frances Duncombe” 1777. Objektiviseringin av kvinnum í listini fer onkuntíð so mikið langt, at kvinnurnar gerast átøkar dukkum



Torbjørn Olsen: “Model i atelierinum” 2005. Enn ein passiv kvinna, hesa ferð er tað eg sjálv, sum er myndevnið. Torbjørn Olsen hevur fatur á eini ógvuliga belastaðari sjangru, Gud vitið hvar hetta myndaslagið man vera um 10 ár.



(IS)

Wednesday, March 7, 2012

Breaking the waves


Ein av heimsins bestu filmum verður at síggja sum sjónleikur frá 24. mars, tá ‘Breaking the Waves’ hevur frumsýning á Tjóðpalli Føroya.


Meistaraverkið hjá Lars von Trier frá 1996 verður mettur at vera besti filmur hjá kenda leikstjóranum, og ein av heimsins bestu filmum. Hann vann m.a. Jury-prísin í Cannes, tríggjar virðislønir á Europeiska filmsfestivalinum og høvuðsleikluturin sum Bess gjørdi Emily Watson til heimsstjørnu.

Danski leikhøvundin Vivian Nielsen hevur gjørt sjónleik burturúr filmshandritinum, og tað er íslendingurin Guðjón Pedersen sum er komin aftur á triðja sinni at leikstjórna á Tjóðpallinum. Hann hevur áður leikstjórnað ‘Aftaná Undrið’ eftir Jóanes Nielsen í 2009 og ‘Kirsjuberjagarðin’ eftir Anton Tjekhov í 2010.

‘Breaking the Waves’ fer fram í sjeytiárunum í eini lítlari skotskari útróðrarbygd við einum sera sterkum og puritanskum trúðarsamfelag. Unga gentan Bess verður forelskað í Jan, ið ikki er úr bygdini men arbeiðir á einum boripalli. Hon velur at gifta seg við honum hóast mótstøðu frá familjuni og samkomuni, og tey uppliva tann stóra kærleikan saman. Men sorgarleikurin er ikki langt burturi: Jan gerst lamin eftir eina vanlukku á boripallinum, og kærleikin hjá Bess skal nú standa sína roynd. Tær hendingar sum síðan taka seg upp eru óhugnaligar og ræðandi, tí tær seta spurnartekin við bæði trúnna og skynsemi: Um undur kunnu henda – hvat kosta tey so?

‘Breaking the Waves’ er ein stórtøkin fábul um kærleika og uppoffran, trúgv og fanatismu, vón og trongskygni.

Høvuðsleiklutirnar sum Bess og Jan hava Beinta Clothier og Hjálmar Dam. Aðrir leikarar eru Súsanna Tórgarð, Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Kári Øster, Høgni Johansen og Jákup Dahl.

Leikrit: Vivian Nielsen eftir filmshandriti hjá Lars von Trier, Peter Asmussen og David Pirie. (Forlag: Nordiska ApS, Keypmannahavn.) Týðing: Laura Joensen. Leikstjórn og pallmynd: Guðjón Petersen. Búnar: Katrin Bonde. Ljós: Árni Baldvinsson. Ljóðmynd: Jón McBirnie.

Frumsýning á Tjóðpalli Føroya leygardagin 24. mars.

Tuesday, March 6, 2012

Burtur í bláum (og gulum og gráum..)

So upprann endiliga dagurin, tá Bládýpið kundi skoðast aftur á Listasavni Føroya. Stríðið er av og bingjuinstallatiónin er nú vorðin integreraður partur av savninum. Tað er av sonnum ein fín loysn at seta bingjuna hagar, sum hon nú stendur, uttanfyri gomlu stjóraskrivstovuna. Talan var einaferð um, at bingjan skuldi staðsetast í syðra enda móti Viðarlundini, men hon riggar nógv betri har, hon nú stendur. Bládýpið er umvælt við fíggjarligari hjálp frá Norðurlandahúsinum og er í grundini eitt heilt annað verk í dag enn tað var, hóast grundhugskotið er tað sama. Verkið er ein installatión við málaðum og brendum glasi og spegilsgólvi og spegilslofti, sum hevur við sær, at dýpdin av speglingunum tykist endaleys. Sjálv havi eg hæddarskrekk og tordi ikki at hyggja beinanvegin, men tað er ein góð kensla, tá tú sum áskoðari sleppur øllum varsemi og letur verkið taka teg av fótum. Takk fyri verkið, Tróndur og til lukku, Føroyar fyri eitt verk, sum ríkar okkara listasavn allar hugsandi vegir.

Tað er mín vón, at Listasavn Føroya keypir ein ella tveir av teimum stóru málningunum á framsýningini. Mær dámar so væl tey ordiliga stóru verkini hjá Tróndi Patursson, sum áskoðarin kann fara inn í antin likamliga sum í Bládýpið ella sálarliga í teimum tveydimensionellu myndunum. Stóru málningarnir á framsýningini hava sostatt eitt at kalla kropsligt árin á áskoðaran, ið kennir seg dringan inn í tað bláa myndarúmið. Djúpbláa grundin liggur tíðum aftan fyri eitt kolasvart, livandi mynstur, ið er málað so mikið tjúkt á løriftið, at tað liggur omaná løriftinum næstan sum eitt relieff. Mynstrið sær fullkomiliga tilvildarligt út, men setur tú teg framman fyri einari av myndunum at hyggja, gerst tú varug við eina øgiliga rúmd, ið uppstendur, tá tey horisontalu og vertikalu pensilsstrokini leiða teg inn í myndina á ein kanska ikki heilt tilvildarligan hátt. .   

Á framsýningini eru fleiri framúrskarandi verk, men framsýningarliga disponeringin av verkunum kundi verið væl strammari, og framsýningin hevði verið betri, høvdu færri verk verið við og høvdu tey smærru pappírsverkini verið framsýnd saman onkrastaðni har tey ikki órógva málningarnar, kanska aftan fyri norðara veggin har sum verkstaðið hjá Steinprenti var. Í øllum førum sýnist framsýningarheildin ikki eins greið sum monumentalu verkini leggja upp til og sum tey eisini hava uppiborið. Verkið Kosmiskt rúm frá 2011 stendur nokkso mitt fyri í framsýningarsalinum og uttan, at eg havi nakað uppskot til hvar hetta umráðandi verkið annars skuldi staðið, má eg siga, at tað ørkymlar framsýningarheildina har tað stendur. Summar av pappírsmyndunum eru góðar, men tær høvdu riggað betri innrammaðar í úrvali, enn sum nú settar saman uppá svartar plátur og fyri nú at fáa alt negativt við - vit eiga jú at vera kritisk, tá talan er eina framsýning í Listasavninum - er ógvusliga skuggaspælið frá loftsljósinum í framsýningarsalinum eisini við til at ørkymla meditativa huglagið, sum listin hjá Tróndi Patursson leggur upp til.

Í sambandi við framsýningina hevur Listasavnið givið út katalog við áhugaverdum og informativum tekstum, sum Nils Ohrt og Inger Smærup Sørensen hava skrivað. Tekstirnir eru skrivaðir á donskum og standa við síðuna av teirri føroysku versiónini, kanska við atliti til myndirnar, men hetta er eitt sindur troyttandi, tá man lesur. Leiðarin í Listasavninum, Nils Ohrt greiðir frá um listamannin, og um verkið Bládýpið og um glaskuplarnar hjá listamanninum, sum hann m.a. lýsir út frá einum listasøguligum og geometriskum sjónarhorni. Eg veit ikki hvussu nógv eg sjálv, ella fyri tað, hvussu nógv Tróndur Patursson fatar av ástøðiligu geometriini, og hesum veit høvundurin eftir øllum at døma av, men tað er áhugavert, tá hann kemur inn á religiøsa árin í verkunum hjá Trónd Patursson. Nils Ohrt skrivar: "Í trúarjáttan Tróndar Patursson verður heldur kallað á tað numinøsa, á eina yvirveldandi og virðingaróttakenda guddómliga megi: Om jeg tror på Gud ved jeg ikke, men jeg tror på skabelsen... Jeg har hørt en kunsthistoriker sige, at der er en kraftig religiøsitet i mine billeder. Det ved jeg nu ikke (forstået som kristen). Men naturen er så stærk en kraft... Den er ikke påvirket af mennesker. Naturen har en religiøsitet i sig, og min religiøsitet ligger mere i selve opfattelsen af naturen. Når man så - også på mine rejser - har været meget, meget tæt på disse kolossale kræfter, så får man en stor ærefrygt for naturen eller skabelsen og for den stor rytme... Der opdager man religiøsiteten i det.." (s.33, sitatið í kataloginum er úr samrøðu, sum Karsten Ohrt hevði við Trónd Patursson). Greinin hjá Inger snýr seg um litirnar hjá Tróndi, evnafrøðiliga og listasøguliga sæð. "Eitt serligt samband er millum tað ytra og tað innara í verkum Tróndar Paturssons. Ljósið kemur innanífrá, og tað tykist, sum at myndirnar hava ein kjarna, haðani alt verður bygt upp og veksur út. Men tað er ikki so einfalt kortini, tí tað ytra og innara eru knýtt hvør at øðrum í eitt samspæl. hetta skal ikki bara skiljast ekspressionistiskt, har tað ytra avmyndar tað innara, men kanska heldur sum eitt óbýtiligt lívrunnið samband millum tað ytra og tað innara. Men myndin er skapað innanífrá, og tilvera hennara sum tilfar ella lutur byrjar við tí ráa løriftinum. Tróndur Patursson arbeiðir vanliga við tempera, sum er ein málitøkni, har tilfarið, oftast eggjahvíti, ið bindur litirnar, er úr einum óklárum løgi, einari mylking (emulsion)...".



Jú, tað er mikið áhugavert at lesa um litverðina hjá Tróndi Patursson. Tey flestu munu vita, at hansara høvuðslitur er blátt og sum áður nevnt hava fleiri av teimum størstu myndunum á framsýningini henda eyðkenda ultramarinblá grundlitin, men eg fekk eisini nógv burturúr nøkrum stillførum, poetiskum gráum og gulum kompositiónunum, ið hanga innan fyri har, sum Steinprent var fyrr. Á einum veggi hanga tríggjar myndir eins og ein triptykon og framman fyri hesum myndunum tykist áðurnevnda religiøsa ábending næstan ítøkilig. Mynstrið í myndunum er miðsavnað og eina løtu er tað næstan sum líkist tað einum krossi, men hann hvørvur, tá tú hevur hugt eina løtu. Kalligrafisku teknini sveima eftir myndaflatanum, men umbroytast brádliga til fasta skrift. Tá letur myndin seg upp og leiðir eygað innar í dýdina, har tú eina lítla løtu fært hómingina av eini djúpari, kosmiskt grundaðari lívsáskoðan. 

Monday, March 5, 2012

Maðurin sum málar við ljósi



Innar í háloftað rúm, framvið naknum mannakroppum, stólum, gólvum og kendum andlitum, út í stór landsløg yvir tekjur, gjøgnum sprungur, á himni og í havið. Ljósið er altíð til staðar í málningunum hjá Torbirni Olsen, og spælir alráðandi leiklutin í framsýningini av verkum hjá listamanninum, sum letur upp í Listaglugganum hósdagin 8.mars klokkan 16.

Tað er eins og alt byrjar og endar við ljósi í listini hjá Torbirni Olsen. Ljósið er snúningsdepilin og alt annað er bara til gjøgnum ljósið. Formar verða skaptir av ljósi. Litir verða skaptir av ljósi. Lív skapast av ljósið. Tí ljósið er ikki nakað passivt, sum fellur inn í myndina og spjaðist út yvir myndevnið. Ljósið er aktivt tað byggir upp og brýtur niður, velur til og frá. Skapar, umskapar og broytir.

Torbjørn Olsen fær hervið gjørt nakað so óítøkiligt sum ljós til konkretan, berandi part av myndunum. Ikki sum ein demonstratión av ljósins eginleikum, ella ein lýsing av hvussu ljósið ávirkar okkara umhvørvið. Men meira sum ein miðlan av ljósins óendaligu megi og viðurkenning av, at alt hevur sín uppruna í ljósi og kanska er talan eisini um ein ljósfagnað í myndunum.

Tí Torbjørn Olsen málar ikki bara ljós, hann málar við ljósi. Ljósið er grundleggjandi partur av sjálvum lyndinum í hansara verkum, sum ikki kann skiljast sundur frá nøkrum øðrum í hansara list. Hvørki frá litinum, linjuni og forminum, frá málingini, penslinum og løriftinum ella frá myndevninum, íblástrinum, ondini. Alt er ljós.

Sostatt skiftir ljósið eisini alla tíðina. Eina løtu er ljósið likamliga nærverandi og næstan evnisligt, løtu seinni verður ljósið dematerialiserað og flytir seg burtur í annan heim, sum er uttan fyri okkara vit og skil. Listamaðurin fylgir ljósskiftum og rørslum og gevur eina sterkt sansaða mynd av ljósi við skørpum og bleytum skiftum av diffusum, blaktrandi ljósi, heitum og bleytum ljósi, reflekteraðum ljósi, kámum og sterkum ljósi. Hann gevur heiminum form við ljósi og skapar listina sum ljós. Hann letur okkum uppdaga ljósið av nýggjum.

Við hesum viðmæli eg framsýningina við verkum hjá Torbirni Olsen í Listaglugganum. Eru tveir lutir, okkum tørvar í hesum døgum, so eru tað list og ljós. Her er høvið.

(IS)

Sunday, March 4, 2012

Hinumegin blátt - ferniseringsmyndir

Shufu - brotamynd

Savnsleiðarin Nils Ohrt helt røðu

Hanus Johansen sang m.a. "..bládýpið í tínum eygum meg hevur í ørviti gjørt.."


Inger hyggur inn í kosmiska rúmið


Mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø helt upplatingarrøðuna

Vit fingu sjampanju og kransakøku

Nógv fólk vóru til upplatingina

Inger við kataloginum, sum hon hevur skrivað grein í. Hina greinina skrivaði Nils Ohrt.

Bládýpið



Portrettmynd


Tróndur og Hanus

Hvalaskitsa

Svørt, hvít og grá kompositión

Frá framsýningini

Framsýningargestir framman fyri einum verki

Fuglaskitsa

Bláar myndir

Framsýningarmyndir

Bládýpið

Ein triptykon







Stríðið um Bládýpið er av


Tá vit í gjár varisliga stigu inn á spegilsgólvið í nýrestaureraða, stórsligna Bládýpinum, var gleðin stór og serlig. Gleðin yvir verkið varð ikki minni av kensluni av at hava verið medvirkandi til, at Bládýpið slapp at standa við og vera partur av Listasavni Føroya. Hetta er eingin sjálvsagdur lutur, tí í fleiri ár var ætlanin, at Listasavnið skuldi sleppa sær av við Bládýpið. Í útvarpi, sjónvarpi, bløðunum og seinni eisini á facebook gjørdu vit báðar, ritstjórarnir á listablogginum vart við listarligu góðskuna á verkinum, sum er ein gáva til Føroya fólk frá listamanninum. So líðandi gjørdust vit alsamt fleiri mótmælandi, og nú er verkið komið til heiður og æru har sum tað hoyrir heima. Eg havi eina mappu við greinum, ið snúgva seg um listastríðið og harav eru fleiri, ið snúgva seg um Bládýpið, m.a. tann hjá Peturi Mohr Reinert við ógloymandi yvirskriftini "Bingjan hjá Tróndi er sku ikki nøkur vanlig bingja". Nei, tað kunnu vit og hvør tann, ið vitjar Listasavn Føroya geva Peturi rætt í.





























Saturday, March 3, 2012

Væleydnað poesikvøld



Poesikvøldið, sum var 29/2 á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn var væl vitjað og lagið var gott. Fyrst hugtók Ole Korneliussen áhoyrarnar við útvaldum yrkingum og síðani las Sissal Kampmann týdd brot úr debutsavninum Ravnar á ljóðleysum flogi - Yrkingar úr uppgongdini, sum kom út síðsta ár á forlagnum Eksil.

Eftir stuttan steðg kom Tóroddur Poulsen fram á pallin og bar fram bæði á føroyskum og donskum frá yrkingarsøvnunum Eygnaholur og Útsýni. Síðstnevnda savn kom út í Danmark í fjør, Erik Skyum-Nielsen týddi bókina, sum hevur fingið óvanliga nógv og góð ummæli.

Poesikvøldið var næsta tiltakið av eini røð av fýra tiltøkum, sum setur aktuellu norðurlendsku bókmentapallin. Og vit vóna at tey fýra tiltøkini eru byrjanin uppá eina nýggja siðvenju fyri meira regluligt fokus uppá norðurlendsku bókmentirnar í norðurbryggjuni. Tað tykist alt meira átrongjandi, tí fleiri og fleiri danskar týðingar av norðuratlants høvundum koma, ið gerast alt betri dámdar bæði millum ummælarar og bókmentaáhugað. Vit takka Birgir Thor Møller fyri rapportina og Stefaníu K. Bjarnadóttir fyri myndina.

Friday, March 2, 2012

Takk



Í morgin er ein heilt serligur dagur, tí tá fáa vit øll somul eina gávu. Og tað er ikki ein av teimum samfelagsniðurbrótandi gávunum til tey ríku, sum vit nú eru vorðin von við. Nei hetta er í grundini ein gáva til okkum øll somul. Ein sera fín, umráðandi og stórsligin gáva. Ein listagáva, sum er størsta listagáva, vit nakrantíð hava fingið. Tróndur Patursson hevur nevniliga handað føroyska fólkinum eina gávu. Hann hevur givið okkum Bládýpið, eitt einastandandi listaverk, sum fer at vera til gleði og íblástur fyri føroyska fólkið altíð. Tað er ein serstøk gleði at taka í móti eini gávu hvørs týdningur er so stórur, bæði sum eitt vakurt minni um okkara samtíð, sum ein partur av okkara søgu og symbol fyri okkara mentan og sjálvandi eisini sum sublimt listaverk.

Bládýpið er ikki bara vakurt, tað er sublimt á sama hátt sum náttúran er sublim. Verkið er sálarliga í ætt við náttúruna og á tann hátt gongur tað næstan yvir markið at vera listaverk.

Tá vit møta verkinum, verða vit sett andlit til andlits við náttúrunar óendaligu dýpd og við teirri stórbæru megi og intensiteti, sum hevur so sterka atdráttarmegi fyri okkum menniskju, men sum samstundis er ófrættakend og óskiljandi. Vit verða við svimlandi ferð leidd úr myrkri móti ljósinum móti ókendum dimensiónum av veruleikanum og móti øllum, sum er okkum ókent. Eitt sindur á sama hátt sum alheimsins markloysi er okkum ókent. Inniligi nærleiki listaverksins loysir tankan og letur kroppin gloyma seg burtur, og vit skilja av okkum sjálvum, hvat listin vil okkum, hvussu týdningarmikil hon er, og hvussu nógv hon kann í hondunum hjá einum stórum listamanni, sum Tróndi Patursson.

Takk.





Thursday, March 1, 2012

Hinumegin blátt


Leygardagin klokkan 15 lata dyrnar í Listaskálanum upp til vársins fyrstu stóru serframsýning: Tróndur Patursson – Hinumegin blátt.

Framsýningin er sermerkt við tað, at Listasavnið nú yvirtekur Bládýpið, bingjuinstallatión Tróndar Patursson við litaðum glasi og speglum frá 1996. Slóðbrótandi listaverkið hevur verið fyri umfatandi umvælingum við dyggum fíggjarligum stuðli frá Norðurlandahúsinum og nú fingið varandi pláss við beinleiðis atgongd frá savnsbygninginum.

Aftur at Bládýpinum er ein nýggjari installatión, glaskupulin Kosmiskt rúm frá 2011, at síggja á framsýningini umframt málningar frá seinastu tíggju árunum og tekningar frá sjóferðum listamansins, keldan til allan íblástur hansara. Og so eru nakrar spildurnýggjar temperamyndir á hondgjørt indiskt pappír við á framsýningini. Tær eru figurativar eins og tekningarnar frá sjóferðunum, um enn tær annars eru rættiliga abstraktar. Tróndur Patursson brúkar havið, himmalin og kosmos sum evni. Svørt tekn streyma avstað sum frumkraftin yvir og undir øllum. Litirnir, serliga djúpblátt, røkka út í ævinleikan, og við at standa á speglgólvinum í installatiónunum kemur kenslan av at sveima vektleysur í einum endaleysum rúmi. Formur, litur og tilfar røkka hinumegin tann sjónliga heimin og út til nakað stórslignari; tí ber framsýningin heitið Hinumegin blátt. So koma vit ikki longur út í alheimin.

Til framsýningina er eitt katalog útgivið við greinum eftir Nils Ohrt savnsleiðara, ið kavar niður í søgunnar dýpi, og Inger Smærup Sørensen listfrøðing, ið kavar niður í litanna dýpi.