Í gjárkvøldið las Søren Ulrik Thomsen upp úr yrkingarsavninum Rystet spejl (í stóru samlaðu Thomsen útgávuni frá Gyldendal), og aftaná var samrøða millum hann og Kim Simonsen, sum var so væl fyrireikað og um somu tíð so mikið undirhaldandi og djúphugsin, at hon var ein fragd at uppliva. Søren Ulrik Thomsen vitjar saman við Claus Carstensen í løtuni í Føroyum í sambandi við, at bøkurnar, sum teir hava gjørt saman, verða lagdar fram í Steinprenti í dag frá klokkan fýra til seks.