Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn hevur 25 ára jubileum og feirar tað við eini framsýning, sum læt upp í gjár, sunnudagin við verkum hjá fýra ungfólkum; Ludvík á Brekku, Jórunn Reginsdóttir, Rólant Lenvig Av Reyni og Allan Korsager Davidsen:Vit hava fingið nakrar myndir sendandi frá einari væl eydnaðari fernisering, tað sær út sum, at Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn er alive and kicking nú tað fyllir fjórðings øld. Tað er gleðiligt í heilum at hoyra um øll tiltøkini, sum verða fyriskipað við føroyskari list í danska høvuðsstaðnum, hetta boðar frá evnum og áhuga. Her eru nakrar fotomyndir frá tiltakinum:
(KP)