Friday, May 16, 2014

Hans Pauli Olsen gjørt stóra standmynd í Helsingør


Hans Pauli Olsen hevur gjørt eina nýggja standmynd, sum nú er liðug. Hósdagin 5.juni kl.10 verður nýggja standmyndin, sum er ein sonevndur skulpturbólkur, altso ein standmynd við fleiri figurum, avdúkað við inngongdina til gomlu skipasmiðjuna í Helsingør. Røður verða hildnar og tónleikur verður at hoyra, og harumframt fer listamaðurin at greiða frá nýggjasta verki sínum.










(KP)