Edward Nyholm Debess hevur við fotobókini Kærleiki og vónir gjørt eitt poetiskt fotoverk um Johan og Rakul Dalsgaard. Stemningsfullu svørt/hvítu myndirnar bjóða okkum afturum og vísa tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt í royndini at útinna sín dreym. Bókin verður løgd fram í Norðurlandahúsinum hósdagin 15.mai klokkan 17. Edward greiðir frá bókini og myndunum, umframt at Johan og Rakul eisini bera fram sína hugsan. Møguleiki verður fyri at ogna sær eitt signerað eintak fyri 225 krónur. Í handlum verður prísurin 298 krónur eintakið. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út. Øll eru vælkomin til framløguna í Norðurlandahúsinum.