Friday, May 9, 2014

Málningaframsýning í Ribarhúsi.




Leygardagin, 10.mai kl. 16:00,  letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi. Tað eru Kristina Joensen og Frits Johannesen, ið sýna fram. Hetta eru myndir, ið eru málaðar í ár, og flestar teirra eru poetiskar myndir, ið hanga á vegginum og tosa sítt stumma mál. Kenslan av symbolikki logar eisini uppvið. Tey bæði eru skyldfólk,  og er tað gubbin og guddóttirin, sum henda dag leiða hvørt annað inn undir bitarnar í Ribarhús, Niðri í Støð.

Symbol merkir á grikskum, eyðkenni, frámerki og snýkir okkurt seg  fram í ljósmála, sum bragdar í myndunum , har pávin erpar sær í einum hvønndagsligari tilgongd, og musiskar løtur draga tráð í nál á ein stillføran hátt t.d. saman við eini krokodillu. Jú, tað sum ikki er, tað er.


Jógvan Joensen syngur og spælir.