Okkurt satt man vera í uppáhaldinum um, at tú finnur tað, tú leitar eftir, í øllum førum legði eg merki til óvanliga nógvar framsýningar, sum vóru miðsavnaðar um orð og mynd nú eg var í Keypmannahavn í sambandi við framsýningina Í Norðurbryggjuni við myndum frá Steinprenti; Billedord Ordbilled. Ein av hesum framsýningum er í Kongaliga Bókasavninum, sonevnda Svarta Diamantinum - hetta er ein framúrskarandi fín framsýning, sum eg hervið viðmæli. Framsýningin eitur "101 Danske Digtere" og er miðsavnað um nakað so gamaldags sum tað hondskrivaða orðið. Hon fokuserar uppá tað skjótt útkólnaðu hondskriftina. Kenn André Stilling hevur fyriskipað og tikið stig til framsýningina, sum hann hevur hugsað eins og ein farvælfagnað til heiðurs fyri hondskriftini. Uppleggið er einfalt; 101 yrkjarar, bæði blaðungir yrkjarar, men eisini teir stóru og fínu yrkjararnar, eru bidnir um at senda inn tvær A4 síður við einum hondskrivaðum teksti við eini portrettmynd og tað hava yrkjararnir gjørt, síðurnar eru síðan rammaðar inn og hongdar upp og áskoðarin/lesarin kann ganga leingi og lesa og hyggja og uppliva hvussu høvundarnir hava loyst uppgávuna. Umframt hetta er ymiskt, sum ger formidlingina meira livand og stuttliga, m.a. hevur Peter Laugesen skrivað eina yrking á veggin og kring framsýningina standa eisini montrur við hondskrivaðum tekstum hjá áhugaverdum bókmentaligum korifeum sum Thomas Kingo og Tove Ditlevsen. Hondskriftir hava týdning sum tekin - mótsett teirri nógv meira effektivu og anonymu telduni, ber hondskriftin boð um persónin, sum hevur skrivað og hvussu hann ella hon er fyri, um røkiskap og um kreativitet og um sjálvan tekstin, sum hon myndar. Hetta er sum heild ein ómetaliga rørandi og inspirerandi framsýning. Til framsýningina er framleitt eitt vakumpakkað katalog við kúlupenni, sum bara kostar 101 krónur. Framsýningin verður hangandi inntil 26.juli í ár.
(KP)