Inger
Smærup Sørensen
Vit mugu skilja millum gott og vánaligt. Tað er vegurin til sjálvstøðugt, kritiskt medvit og tann vegurin skal gangast. Men vit mugu ikki dovna í okkara fatan av, hvat er gott og hvat er vánaligt – vit mugu ikki tekna okkum sum haldarar av einum ávísum smakki. Vit skulu mennast og avbjóðast, ræðast og kløkkast.
Eg eri ikki greið yvir, um tað var sjálvur ferðakongurin, sum fann upp á tað. Men í hvussu so er, hava tey hjá Spies Rejser eitt hugtak, sum eitur ógreinaðar ferðir. Nakað tað sama, sum ógreinað smyrjibreyð. Djørv tveitir man seg í føvningin á ferðaskrivstovuni, og væntar, at tey flyta teg burtur onkrastaðni, har sólin skínur og sangria er bíligt at keypa.
Eg er komin til Gran Kanaria.
Á vegginum í hotellkamarinum á Gran Kanaria hongur ein ógreinaður málningur. Tó so, hann hevur eitt navn niðast í høgra horni. Ky Thulin, haldi eg stendur. Tað er trupult at lesa. Kanska er tað ein norðmaður, tí nógvir norðmenn eru her niðri. Kanska stendur Rej Taulia har. Kansta er tað ein reinur kanariabúgvi - tey eru bara ikki so nógv her niðri. Lat fara. Eg fari við vissu ongantíð at hoyra eitt orð um nakran av teimum. Verkið er sanniliga ógreinað, hetta er vána smakkur. Tað er næstan alt her niðri.
Fyri tveimum mánaðum síðani var eg á eini greinaðari ferð í London. Har hava tey kanska ikki ein rættan ferðakong, men har hava tey ein listakong. Charles Saatchi eitur hann. Listakongurin keypir list fyri ørandi upphæddir, greinaða list frá listafólki, sum vit við vissu fara at hoyra meiri um. Hann hevur egið listasavn við egnum navni, og hann býr í egnari borg saman við síni kokkadrotning – hinu eggjandi Nigella Lawson, sum hevur eitt sjáldsamt erotiskt tilknýti við tomatir (og sum vit forherðað kunnu gneggja eftir, tí hon er í øðrviti av kokaini, sum vit vita um vit annars lósu bløðini við vána smakkinum). Lat fara. Saatchi hevur framúr góðan smakk. Og tað sæst nógva staðni í London – altso sami framúr góði smakkur, sum Saatchi hevur.
Tað er so ógemeina lætt
Ógreinaði málningurin í mínum hotellkamari á Gran Kanaria er vána smakkur, tí hann er ikki serliga væl frágingin. Sama var við nógvari list, sum sást í Saatchisa London. Tað er vána smakkur, tí evnið er so patetiskt. Sama var við nógvari list, sum sæst í Saatchisa London. Alt hatta tvætliromantiska, listlíki, speinaknað og tannlaða sást í ríkiligt mát á listasøvnunum í London, men har var tað bara góður smakkur, tí har er endamálið við listini ikki at prýða, har ætlar listin okkurt annað. Listin sum sleppur framat hjá tí góða smakkinum vísir ikki bara til sólsetur og friðardúgvur, hon vísir til innara útbúnaðin í samfelagnum, til menniskjans tilverukor ella tað óendliga einki. Men fyrst av øllum – og tað er galdandi fyri næstan alla list, sum sleppur innum í søvnini hjá tí góða smakkinum. Fyrst av øllum vísir hendan listin til sín sjálva. Listin eigur eitt serligt slag av sjálvsvissu, sum strálar úr henni og sum ger hana áhugaverda hjá okkum, sum kenna hana, og har tað næstan sortnar eygunum, tá vit skulu plágast við ógreinaðum hotellmálningum.
So einfalt er tað við góða smakkinum og vána smakkinum. Tað er so ógemeina lætt. Tað krevst bara evarskalítil venjing at síggja munin, at læra at snerkja snerput eftir vána smakkinum og at leggja munnklovarnar álvarsliga niðureftir, tá eyguni síggja góða smakkin.
Tann anskræmiligi góði smakkurin
Á eini ógreinaðari vikuferð til Gran Kanaria við tí vánaliga smakkinum, kann tað henda, at mann gerst eitt sindur glaður fyri sín appelsinlitta, vatndeyva og øgiliga ógreinaða málning. Á sama hátt kann tað øvugta henda á eini greinaðari ferð í London. Tann góði smakkurin gerst brádliga einsháttaður, keðiligur. Eisini hjá teimum listafólkum – og tey eru nógv – sum við vilja royna at gera vána smakk, tykist tað so skikkiligt og so kent - og keðiligt. Góði smakkurin – rætti smakkurin – smakkurin hjá Saatchi, sum túsund onnur eisini lovprísa. Túsund onnur, sum hava brúkt fimm minuttir av lívinum at læra seg munin á tí góða og tí vánaliga. Listin sjálv fer kanska ikki at stinka av peningi, men deymurin av peniningi er har og deymurin av menniskjum, sum halda seg vera betri enn onnur. Hendan listin tykist við eitt borgarlig í hesum høgu hallunum, og ætlaða avbjóðingin er bara ætlað og óekta.
Spell. Tí næstan øll list í stóru søvnunum í London er framúrskarandi list. Í roynd og veru ber ikki til at samanbera hana við hotelllist í einum sponskum hotellkamari, tí listin í London er fleiri, fleiri ferðir betri. Men góði smakkurin hevur stolið nakað frá henni, sum ógreinaða hotelllistin hevur varðveitt. Kanska eitt slag av frælsi í sínum egna samanhangi og máttin at bjóða av, ótillagað, at vera ein pussfiskur – tað er eingin list í London. Søvnini í London er stórir hvítir kassar, har alt slag av list og allir litir kunnu húsast. Ongantíð er nakað, sum argar, nakað sum er løgið.
At sleppa upp í part hjá tí góða smakkinum hjá Saatchi er fantastiskt hjá einum listafólki. Pensjónin er bjargað. Men vandi er í hvørjari vælferð. Har sníkir eitt brá av handilshugsan seg inn í listina, at hesin anskræmiligi góði smakkurin nørist.
Vend á høvdið og rist posan

At
býta list upp í góðan og vána smakk kann tykjast høpisleys, men kortini er eitt
mál við tí. Hetta er gjørt, tí har eru fólk, sum hava sett hópin av peningini í
list og sum avgjørt royna at okkurt slag av list skal halda og helst hækka í
virði. Býtið er gjørt, tí vit fegin vilja skilja okkum frá hvørjum øðrum og tí
byggja stættarsamfeløg á so nógvum økjum. Vit býta okkum upp tí tey, sum
heimakunnug spasera á søvnunum í London og tey, sum skoldaði og all inklusive
taka sær av løttum á Gran Kanaria. Vit eru tey við góðum smakki og tey við vána
smakki.
Men býtið í góðan smakk og vána smakk førir eisini til nøkulundasemi. Listins viðbrekna vistskipan skrædnar, tá ov nógv verður av tí góða smakkinum. Ov høgt heiðraður listakongur, heldur enn kollvelting. Alt skal vendast á høvið av og á, um listin skal varðveita sína megi. Posin skal ristast (um eg kann loyva mær at hava so vána smakk at brúka somu orð, sum verða brúkt í bingo banko lívinum her á Gran Kanaria, her næstan bara norðurlendingarar eru at hoyra).
Hetta skal ikki skiljast, at vit ikki mugu skilja millum gott og vánaligt. Tað haldi eg, at vit skulu. Tað er vegurin til sjálvstøðugt medvit og tann vegurin skal gangast. Men vit mugu ikki dovna í okkara fatan av, hvat er gott og hvat er vánaligt – vit mugu ikki tekna okkum sum haldarar av einum ávísum smakki. Vit skulu mennast og avbjóðast, ræðast og kløkkast.

Tann
eina dagin gjørdist eg kløkk á Gran Kanaria.
Kløkk á Gran Kanaria
Tann eina dagin á Gran Kanaria hendi tað løgna, at eg fór inn í eini hús, har eg væntaði at renna meg í kaktussar gjørdar úr leiri ella eitt kertuljós gjørt sum ein banan, men eg rendi meg í nakað heilt annað. Eg rendi meg í framúrskarandi list. Kanska góður smakkur latin í sum vána smakkur, men helst nakað, sum legði bæði tvey afturum seg. Brádliga var ein framsýning har við einum kubanskum listamanni, sum æt Alexis Esquivel. Hansara list snúi seg um søguskriving, rasismu, fráveruna og tilgeringina av svarta mannakroppinum í listini, um tey mynstur, ið nationalstaturin og hjálandaveldi skapa, um fundamentalismu og stigveldisskipan. Esquivel er illtrúgvin um fortíðina á ein heilt serligan og óvanliga snøggan hátt. Hann teknar eina skelvandi og lyndisleysa mynd av nútíðini og sigur støkkandi søgur um veruleika og utopi.
Í einum lítlum faldara las eg, at hetta var fyrstu ferð Alexis Esquivel hevði sína egnu framsýning í Evropa. Kanska keypir Saatchi í næstum eitt verk frá Esquivel og hansara list verður skrødd niður av veggjunum í húsunum á Gran Kanaria, meðan tónleikurin frá dansibandinum hjá Lasse Johanson verður hangandi í rúminum. Hansara list verður so rurað inn í óendaliga lúrin hjá til góða smakkinum í London.
Eg veit ikki rættuliga, hvat man skal vóna.
Kanska haldi eg bara, at vit sjálvi javnan skulu ivast meiri um okkara egna fantastiska góða smakk.