Saturday, May 24, 2014

Jazz-bitin - upphiting til Mentanarnáttina í Føroya heitasta húsi





Fríggjadagin 6. juni er árliga Mentanarnáttin í Tórshavn við ørgrynnu av mentanarligum upplivingum í býnum. Men áðrenn Mentanarnáttin brestur á, borðreiðir Norðurlandahúsið við eini heilt serligari listarligari uppliving.


Í sambandi við at árliga Summarframsýningin letur upp bjóða vit til ein Jazz-bita frá klokkan 12.00 til 13.00 við sprelskum jazztónum frá bólkinum “Yes or No” og heilsugóðum brellbitum frá nýggju kafé’ini SMAKKA.



GLAS - Summarframsýningin 2014


Sandur, soda og kálk. Og burtur úr sandi, soda og kálki: siliciumoxid, aluminiumoxid, magnesiumoxid, calciumoxid, natriumoxid og kaliumoxid. Ólívrunnin súrevni, sum verða hitað, smeltað, sindrað, reinskað, javnað, kølnað, storknað og verða til glas.


Glas. Hetta torgreidda, skapleysa tilfar, sum hevur verið evnað til í meiri enn 5000 ár og sum við sínum evnafrøðiligu samanseting, síni søgu, sínum hitamekanisku, mekanisku og ljósfrøðiligu eginleikum, við mátanum ljósið næstan ótarnað fer í gjøgnum tað, við síni styrki og skroypileika, við sínum einsýnda vakurleika og við sínum óendaligu nógvu brúksmøguleikunum, hevur fingið sítt eyðsýnda pláss í listini.


Á summarframsýningini 2014 er glas sum tilfar í listini í miðdeplinum. Framsýningin gevur okkum høvi at uppliva møguleikarnar sum liggja í glasinum, tá tað hevur verið í hondunum á Tróndi Patursson (FO), Brynhildur Thorgeirsdóttir (IS), Pipaluk Lake (DK), Kristiina Uslar (EE), Outi Turpeinen (FI), Onnu Viktoriu Norberg (SE) og Brandi Patursson (FO). Sjey listafólk úr Norðurlondum og Baltalondum, sum hava glasið til felags. Sjey listafólk sum arbeiða við og móti teimum eginleikum, sum glasið hevur, og sum brúka hetta einastandani tilfar á hvør sín hátt.


Framsýningin er opin til sunnudagin 24. august.