Sunday, May 18, 2014

Crossover í Norðurlandahúsinum í dag



Eingi mørk – men eitt felags mál í tónleikinum.
Ungu tónleikaspírarnir, ið eru næmingar á Musikkskúla Miðnámi á musikkskúlanum í Tórshavn, lata seg ikki tøla av landamørkum, stílum, tíð og stað. Hesi ungu, ið flestøll longu hava traðkað teirra fyrstu fet í ymsu orkestrunum, bæði rútmisk og klassisk, og hava vunnið tónleikaumhvørvinum í Føroyum miklan heiður í kappingum, hava nú aftur sett sær fyri, at spreingja tónleikamørk og hava tey púra órædd givið seg í holt við gamla tangomannin, Astor Piazzolla.Suðuramerikanski meistarin Astor Piazzolla, ið verður mettur at vera faðirin og stóri spírin til ta nýggju tangoina, kemur nú í andglettin á konsert sunnudagin 18. mai kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum í vælfagnaðu røðini ”Tónleikarar á veg”. Henda konsertrøðin er skipað soleiðis, at 3 konserttiltøk eru á hvørjum ári. Tvær konsertir eru fyri ávikavíst tí klassisku og rútmisku deildina, meðan hin triðja er ein sokallað Crossover-konsert. Í hugtakinum Crossover liggur andin, at blanda øll sløg av tónleiki – alt framført av næmingunum, ið leggja líka í mørkini, ið vit vanliga seta upp fyri tónleikin. Eitt mark, ið høvuðspersónurin Astor Piazzolla so sanniliga var við til at spreingja. Ja, somikið, at burtur úr hansara virki kom hin sokallaða Tango Nuovo. Í hesum tónleiki, ið hevur sín uppruna í Argentina, blandar Piazzolla jazz, bossa nova, klassiskan og sjálvandi suðuramerikanska tónleik við sínum afrikonska uppruna, og burturúr hesum, kemur so ein tónleikagrein, ið nærum hvílir á einum og sama persóni. Nevniliga Astor Piazzolla.

Á konsertini í dag verða framførd alskyns verk fyri í alt 21 ungar tónleikarar. Skráin er fjølbroytt, ein ungur klaverolistur spælir, tveir tónleikarar spæla, ymsar smærri samansetingar og so verk, har øll 21 ungfólkini leggja alla sína ungu orku í at skapa nakað saman. Tað eru samskiparnir á Musikkskúla Miðnámi Kim Kristensen og Ólavur Jakobsen, ið standa fyri venjingunum og hava lagt tónleikin tilrættis, men góðir útsetarar m.a. Herluf Lützen og Atli K. Petersen hava eisini síni ískoyti við. Um tú veruliga vil uppliva órædda nýskapan, so kom niðan í Norðurlandahúsið í dag 18. mai kl. 16.00 og lýð á. Tey ungu fara sjálvi at leiða okkum gjøgnum tónleikin hjá Astor Piazzolla. Einki hóvástak, eingir vinningar, eingin tráan eftir 5 minuttum av ”fame”, bert framúr framførslur av komandi ættarliðnum av tónleikarum.