Sambært Portalinum hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini. Limir í Leiklistaráðnum frá 01.05.2014-30.04.2017 eru hesi:
Elsa Jóhanna Høgenni, formaður, tilnevndur av landsstýrismanninum
Dánjal Joensen, tilnevndur av landsstýrismanninum
Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Marita Dalsgaard, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
Annfinnur Heinesen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
Ingibjørg Berg, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
Katrin Bonde, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya
Leiklistaráðið hevur heimild í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. Sbrt. lógini skal landsstýrismaðurin seta Leiklistaráðið við 7 limum, og hann skal tilnevna 2 limir eftir egnari avgerð, harav annar skal vera formaður og annar skal vera fíggjar- og roknskaparkønur. MáF, LISA, Leikarafelagið, Tórshavnar býráð og Tjóðpallur Føroya skulu tilnevna hvør sín lim. Limur Tjóðpalsins er starvsfólkaumboð, ið verður skift annað hvørt ár.
Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya. Ein av uppgávum Leiklistaráðsins er at seta stjóran fyri Tjóðpallin. Leiklistaráðið hevur harumframt aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Limirnir í Leiklistaráðnum skulu hava kunnleika til mentan og palllist.