Thursday, May 1, 2014

Føroyar ber uppá rím við flegma


1. mai er Altjóða arbeiðaradagur og klokkan 15 verður 1.maidagshald sum vant niðri á Vaglinum, m.a. fer Sonja Jógvansdóttir at røða. Tá eg flutti heim aftur til Føroyar fyri skjótt nógvum árum síðani, fór eg so andbrá oman á Vaglið 1.mai í tí trúgv, at hetta var ein meiningsfullur veitsludagur á sama hátt sum í øðrum londum. Men sjálvt um røðan var mergjað (tað var Jóanes Nielsen, sum talaði og eg haldi eisini, at veðrið var gott), var ikki nógv veitsla yvir haldinum. Eg føldi meg næstan sum lim í onkrari løgnari sekt, sum tað er flóvisligt at vera limur í. Verður í ár sum tað plagar, verður áskoðararúgvan einki at reypa av heldur. Nøkur fá forvitin fólk, onkur sum av handahógvi tekur myndir til facebook, ein nevi av álvarsligum hugsjónarfólkum, onkur hissini politikari, tveir akademikarar og onkur, sum eru túr við hundum og barnavognum plaga at trýsta seg so langt aftur móti Býráðshúsinum og Gamla Bókhandil sum til ber - tað skal ikki síggja út sum um at mann er radikalur á nakran hátt - eg veit ikki hvar samanhaldið, arbeiðaraveitslan og tiltrongda mótmælið móti støðugt vaksandi ójavnanum í samfelagnum er - men neyvan á Vaglinum og verður hon tað, so er okkurt broytt til tað betra. Men tað er helst ikki av tilvild, at Føroyar (stav)ríma við flegma. 


Tí er tað gleðiligt, at tey ungu royna at halda saman. Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið varpa ljós á arbeiðaradagin á Speaker’s Corner í Havn. Hetta verður gjørt við tveimum ungmannarøðum frá ungmannafeløgunum báðum umframt at tónleikur verður framførdur. Ragnar Finsson og Jákup Lind Dam fara at framføra tvey løg í part. Hetta er annað árið á rað, at ungmannafeløgini bæði standa saman um dagin og skipa fyri tiltaki. Arbeiðarin, sosialt rættvísi og skeivleikar í samfelagnum verða sett á dagsskrá henda dagin. Tiltakið byrjar aftaná 1. maihaldið á Vaglinum, sum er liðugt uml. kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin!





(KP)