Mentanarnáttina
6. juni 2014 letur upp ein sera forkunnug framsýning í høvuðssætinum hjá
Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón á Kongabrúnni. Framsýningin, sum er
opin frá kl. 19.00 til 22.00, hevur fingið heitið FESKT 14
til tess at leggja dent á, at hon fevnir um nýggja dygdargóða føroyska list.
Ætlanin er, at hetta skal vera ein afturvendandi framsýning, ið hvørt ár skal
vísa tað feskasta millum ung listafólk á føroyska listapallinum.
Evnið í ár er talgild list. Tað vil siga list, sum
heilt ella partvíst, er framleidd við talgildum tólum ella miðlum. Fýra listafólk fara hetta kvøldið at borðreiða við
spillfeskari dygdarlist. Tey eru Jóhan Martin Christiansen (1987), Heiðrik á
Heygum (1983), Heidi Andreasen (1985) og Jón Sonni Jensen (1988).
Jóhan Martin
Christiansen
Havnarmaðurin Jóhan Martin Christiansen hevur
rættiliga gjørt um seg í danska og svenska listaumhvørvinum, og er longu kendur
sum ein áhugaverdur listamaður, ið hevur sína heilt egnu og øðrvísi listarligu
rødd, har t.d. persónligar upplivingar og minnir hava stóran týdning. Sjálvt um hansara verk tykjast sera øðrvísi fyri
ikki at siga óføroysk, hevur hann sjálvur gjørt vart við, hvussu stóran týdning ein gamal meistari sum Ingálvur av
Reyni hevur havt fyri hann. Á Ólavsøkuframsýningini í fjør hingu nøkur sermerkt
tekstillistaverk ella dúkar hjá Jóhan Martin Christiansen og sama var galdandi
fyri hansara endaframsýning á akademinum í Malmø, sum hann hevði fyri kortum.
Heitið á størsta verkinum "Fólk" sipaði til málningin hjá Ingálvi av
Reyni "Fólk við havið" frá 1972, men var samstundis eitt sokallað
tragediuverk, har listamaðurin endurminnist Damaskus, sum hann vitjaði fyri
nøkrum árum síðani.
Heidi
Andreasen
Listakvinnan Heidi Andreasen, sum
er av Eiði, men sum býr og virkar í dynamiska týska høvuðsstaðnum, Berlin,
sameinir talgilda tøkni við hondgjørda list í myndum, sum um somu tíð tykjast
organiskar og tøknifrøðiligar á ein hátt sum kundi talan verið um eitt slag av
retro science fiction. Hennara myndir tykjast stundum surrealistiskar og
myndamálið er í støðum mótakent, men við droymandi dýpdum og dadaistiskum
undirtónum.
Heiðrik á
Heygum
Heiðrik á Heygum er úr Havn. Hann er bæði
tónleikari, filmsleikstjóri og myndlistamaður, og fæst eisini sera nógv við
grafiskt design. Hann hevur til dømis skapt væl eydnaða grafiska samleikan hjá
bólkinum Byrta, eins og hann hevur gjørt hópin av fløguhúsum, plakatum osfr.
Hansara postmodernaðu verk eru full av sitatum frá øðrum tíðarskeiðum og
listafólkum, samstundis sum tey hava okkurt sera modernað og stíltilvitað yvir
sær.
Jón Sonni
Jensen
Jón Sonni Jensen er úr Vestmanna og hevur tikið lut
í Várframsýningum og Ólavsøkuframsýningum umframt, at hann hevur havt
serframsýning í Býarbókasavninum í Havn. Jón Sonni Jensen arbeiðir m.a. við
øðrvísi installatiónslist, men eisini við myndum á telduni. Ofta tekur hann
støði í lívfrøðiliga kroppinum í detaljeraðum myndum, sum minna eitt sindur um
gomul leksikon, men við eini ørgrynnu av dekorativum staklutum
Tað er Listabólkurin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum,
sum er vertur mentanarnáttina í Havn. Kinna Poulsen kuraterar framsýningina.
Sirkus drotningin Sunneva Háberg Eysturstein diskar meðan framsýningin er opin
frá kl. 19.00 til 22.00.