Wednesday, May 21, 2014

@Large: Ai Weiwei on Alcatraz

Ai Weiwei

Eg fái hug at fara ein svipp til San Fransico Bay í heyst, tá kinesiski listamaðurin Ai Weiwei fer at framsýna í Alcatraz Island. Ai Weiwei er altjóða virdur fyri síni serstakliga góða førleika til tess at viðgera torskild politisk viðurskifti á einfaldan og lætt fatiligan hátt. Hansara verk snúgva seg ofta um borgararættindi og talufrælsi. Kinesisku myndugleikarnir høvdu listamannin í varðhaldi í 81 dagar fyri hansara mótmæli og hann er enn politiskur fangi í sínum egna landi.  @Large: Ai Weiwei on Alcatraz fer at geva óvæntað sjónarmið í mun til Alcatraz, sum jú er eitt gamalt fongsul. Niðri undir er ein stutt samrøða við listamannin, sum greiðir frá verkætlanini. Er San Fransisco ov langt burturi, ber till at fara til Berlin, har Ai Weiwei hevur eina fagnaða framsýning í løtuni og er tað eisini av vegnum, so tekur kinesiski listamaðurin lut í eini bólkaframsýning í Keypmannahavn í løtuni á Den Frie.


(KP)