Hósdagin 22.mai frá klokkan 20-22 verður skipað fyri yrkjarasalong í Føroyahúsinum í Keypmannahavn (Vesterbrogade 17A). Ditte Steensballe (Dk), Muniam Afaker (Irak), Tóroddur Poulsen (Fo), Milena Rudez (Bosnia) og Kristen Bjørnkjær (Dk) fara at lesa upp og egyptiski bókmentafrøðingurin og granskarin, Hala Kamal fer at greiða frá um poesi og týðing. Birgir Thor Møller verður frásøgufólk til tiltakið, sum er ókeypis. Aftaná yrkingaupplesturin býðst høvið hjá øllum, sum hava hug fara fram á pall at lesa upp sínar tekstir. Tað er virðislønti yrkjarin, Sissal Kampmann, ið fyrireikar tiltakið.
(KP)