Gløgt, spennandi og undirhaldandi tilfar er í mentanarískoytinum í
Sosialinum. Samrøður við tvær áhugarverdar og gávuríkar tónlistakvinnur: Lenu Anderssen og Angeliku Nielsen. Les eina
køna greining um, hvussu list verður brúkt innan skúlans gátt. Filmar á netinum – inn í stovuna beint
av Býarbókasavninum í Havn. Høvuðsevnið á summarframsýningini í
Norðurlandshúsinum er glas – úr øllum Norðurlondum. Og tey mentanarhagtøl, sum
er tøk, siga okkum, hvussu ofta vit fara í biograf ella á listasavn, hvussu ofta vit lána
eina bók á bókasavninum, hvussu mentanarkrónurnar verða brúktar og nógv
annað. Barnamentanarsíðan
er aftur at finna í blaðnum við umrøðum av ”Runt heimin við listdetektivunum”
og ”Baktus og Karolina”. Listakvinnan Hansina Iversen hevur skrivað grein um íslendsku
listakvinnuna Guðrún
Einarsdóttir, sum júst nú hevur framsýning á Listasavni Føroya. Heini í Skorini
hevur skrivað eina viðmerking til kjakið um javnrættindi hjá LGBTarum, sum
eisini verða viðgjørd á framsýningin Gay Greenland í Norðurlandahúsinum í hesum
døgum.
Afturat øllum hesum hevur Sissal Kampmann saman við Ludvík á Brekku gjørt eina sera flotta plakat, so aftur hesu ferð fáa øll sum keypa Sosialin eitt upprunalistaverk við í keypinum.
Afturat øllum hesum hevur Sissal Kampmann saman við Ludvík á Brekku gjørt eina sera flotta plakat, so aftur hesu ferð fáa øll sum keypa Sosialin eitt upprunalistaverk við í keypinum.