Sunday, May 25, 2014

Okkurt at gleða seg til






Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum letur upp mentanarnáttina 6. Juni og er opin til sunnudagin 24. August.

 
Sandur, soda og kálk. Og burtur úr sandi, soda og kálki: siliciumoxid, aluminiumoxid, magnesiumoxid, calciumoxid, natriumoxid og kaliumoxid. Ólívrunnin súrevni, sum verða hitað, smeltað, sindrað, reinskað, javnað, kølnað, storknað og verða til glas.

Glas. Hetta torgreidda, skapleysa tilfar, sum hevur verið evnað til í meiri enn 5000 ár og sum við sínum evnafrøðiligu samanseting, síni søgu, sínum hitamekanisku, mekanisku og ljósfrøðiligu eginleikum, við mátanum ljósið næstan ótarnað fer í gjøgnum tað, við síni styrki og skroypileika, við sínum einsýnda vakurleika og við sínum óendaligu nógvu brúksmøguleikunum, hevur fingið sítt eyðsýnda pláss í listini.




Á summarframsýningini 2014 er glas sum tilfar í listini í miðdeplinum. Framsýningin gevur okkum høvi at uppliva møguleikarnar sum liggja í glasinum, tá tað hevur verið í hondunum á Tróndi Patursson (FO), Brynhildur Thorgeirsdóttir (IS), Pipaluk Lake (DK), Kristiina Uslar (EE), Outi Turpeinen (FI), Onnu Viktoriu Norberg (SE) og Brandi Patursson (FO). Sjey listafólk úr Norðurlondum og Baltalondum, sum hava glasið til felags. Sjey listafólk sum arbeiða við og móti teimum eginleikum, sum glasið hevur, og sum brúka hetta einastandani tilfar á hvør sín hátt.

Myndlist er næstan altíð tilfar. Hóast støðan hjá listaverkinum sum objekt ofta eggjar til atfinningarsamt kjak, so er visuella listin vanliga gjørd úr einum ella fleiri sløgum av tilfari. Listafólkið roynir onkursvegna at draga gagn burtur úr teimum eginleikum, sum tilfarið hevur, at granska í møguleikunum, í náttúrliga feinginum og í samspælinum millum tilfar og  umhvørvi. Eisini í óevnisligu listini – talgildari list, performance og ymiskum sløgum av konseptlist – er aloftast okkurt slag av tilfari uppí, um ikki annað, so sum dokumentasjón av tilfarinum. Kanska er listaverkið reinur gerningur, men dokumentasjónin er eitt objekt,  onkuntíð enntá ein vøra.



Men samstundis er listaverkið ongantíð bara tilfar. Sjálvt í teimum verkum, har dentur verður lagdur á tilfarið, har við vilja verður víst á bygnaðin og skapið í tilfarinum, sum verður brúkt, heldur enn roynt verður at krógva tað. Sjálvt í verkum, har listin í fyrsta lagi verður allýst sum tilfar, eru óevnisligir lutir: Tað stokkuta og skiftandi í listini, upplivingarsjónarhornið, samskiftið, orkan. Grundgevast kann fyri, at list altíð er óevnislig, tí visuella listin er eitt mál, eitt ósjónligt, óevnisligt mál, ella, at list hevur í sær óevnisligar lutir, tá týdningurin av tilfarinum hvørvur, og týdningurin verður lagdur í verksins sosialu, mentanligu og búskaparligu sjónarhorn. Tilfarið hvørvur ikki, men missur sín týdning, kámast. Tað transsenderar, upploysist ella sublimerast, og listaverkið tykist vera meiri standur enn tilfar.

Tað evnisliga er altíð knýtt at tí óevnisliga. Tey eru knýtt saman við óendaliga nógvum træðrum. Tey eru knýtt saman, tá ein djypri kærleiki til tingsliga heimin gerst til andatrúgv, eitt hugskot um at alt tilfar hevur sín egna vilja ella eitt ynski um, at listin gevur deyða tilfarinum sál. Tey eru eisini knýtt saman á umvendan hátt, har talan er um eina fatan, at veruleikin bert finst í fysiska heiminum, og at allir tankar, allar kenslur og gerðir eru knýttar at evisligum tilfari og tilfarið tískil eisinur hevur tað óskilborna í sær. Og tey eru knýtt saman í glasinum.



Í glasinum møtist tað evnisliga og óevnisliga. Eins og í allari aðrari list, men øðrvísi. Kanska er tað gjøgnumskygnið í tilfarinum, tað undursama at tað er næstan ósjónligt, og at sjónlig list verður gjørd úr nøkrum, sum eygað ikki sær týðiliga. Tað antimateriella. Kanska er tað strukturella funksjónin - kanska teir eyðsýndu byggilistarligu møguleikar sum tilfarið hevur í sær sjálvum. Tað supermateriella. Triðja hugtakið er tað hypermateriella, har alt tilfar - sjónligt ella ósjónligt – gerst eitt tyssi av møguleikum fyri kunning, orku og samvirkan. Tilfarið er ikki einans tilfar. Glasið er ikki einans glas.

Glasið er torgreitt. Tað er bæði ítøkiligt og evnisligt og óítøkiligt og skapleyst. Tað er bæði tað stokkuta og tað varandi, tað óstøðuga og tað óbridgliga, tað heila og tað hjómaða. Tilfarið bendir tankarnar inn á átrúnaðarliga list, á dýrdina, á tað andaliga og loyndarfulla, men eisini á hin nýmótans glasveggin, tað reina, ráa, kalda og ítøkiliga. Á tremur við andsøgnum. Glasið skapar støðugt andsøgnir, sum kortini ikki eru andsøgnir, tí tað evnisliga og óevnisliga eru ikki andsøgnir, men partar av spenninum í eini samansettari heild. Har er einki ”antin-ella” í samansettu heildini, bara ”bæði-og”. Tískil umboðar tað óevnisliga ikki tómleika ella einkisleika. Tað óevnisliga er til staðar, á tremur við møguleikum, næstan evnisligt. Tað óevnisliga er eitt nýtt slag av evni ella tilfari, segði Jean-Francois Lyotard. Tilfar, sum ikki neyðturviliga er evnistilfar, men okkurt flótandi, sum eingin kann siga hvat er. Støðufesti í objektinum er ikki endaligt, tí objektið er óstøðugt, broytist altíð, og er óendaliga torgreitt.



Sandur, soda og kálk hitast, smeltast, sindrast, reinskast, javnast, kølast, storkna og verða til torgreidda skapleysa tilfarið glas. Síðani verður glasið virkað á alskyns hættir fyri at gerast til list. Arbeitt verður við tí og móti tí. Tað materialiserast, dematierialiserast og endurmaterialiserast. Upploysist, storknar og upploysist aftur. Tað veksur framaftur í umhvørvinum, millum áskoðararnar, í sambandinum við annað tilfar og við onnur listaverk. Nýggir møguleikar stinga seg upp, nýggir týdningar. Men tað er ikki bert fortíðin, upprunin úr sandi, sodu og kálki og nútíðar nýtsla í listini, og tess ævigu broytingar, sum er hugtakandi við glasi, eisini tað skirvisliga við glasinum hevur eina hugtakandi megi. Óvissa framtíðin hjá listaverkinum, ímyndin av knústum glasi, tilfarið, sum hvørja løtu kann hvørva sum tilfar, er ein íbygdur partur av glasinum. Saman við tí evnisliga og tí óevnisliga, tí antimatieriella, tí supermateriella, tí hypermateriella og eini ørgrynnu av andsøgnum, sum ikki eru andsøgnir, eru fortíðin, nútíðin og framtíðin allar í glasinum og kunnu ikki skiljast frá tí.

Ástøðingar, sum Michael Fried og Theodore Adorno hava lýst tað tingsliga í listaverkinum, tess materialitet, sum nakað, ið ikki noktar seg, men eisini sum nakað, sum listaverkið má stríðast ímóti. Fyri at vera list, má listin venda sær móti tí tingsliga hjá sær sjálvari. Listin skal arbeiða ímóti og virka móti sær sjálvari, dematerialisera seg sjálva. Tað er ikki nakað serligt fyri verk gjørd úr glasi, at tað evnisliga leitar saman við tí óevnisliga, men í glasium er tað nærri okkum.



Á summarframsýningin 2014 er tilfarið – glasið – grundarlagið undir estetisku upplivingini, men ein partur liggur í dematerialiseringini í tilfarinum, alt tað sum ikki kann forklárast við evnafrøði ella øðrum vísundagreinum, óevnisligu eginleikunum í tilfarinum, og hópurin av margtýdningum sum eru har, verða skaptir og endurskaptir í samansettu heildini í listaverkinum.

Takk fyri Tróndur Patursson, Brynhildur Thorgeirsdóttir, Pipaluk Lake, Kristiina Uslar, Outi Turpeinen, Anna Viktoria Norberg og Brandur Patursson.

Inger Smærup Sørensen