Sunday, May 18, 2014

Kinesiskur listamaður ger norðlýsisinstallatión á norskari oyggj





Kendi kinesiski listamaðurin Yang Fudong hevur sambært The Artnewspaper gjørt eitt staðspesifikt verk til oynna Sandhornøya í norðurnoregi, sum eftir øllum at døma fer at minna um norðlýsi. Verkið verður avdúkað í august í ár. Talan er um eina installatión, sum verður lýs uppá fjallalandslagið, arbeiðsheitið er Poetic co-existence once upon a time: architecture, underground dwelling, installation, monumental images and the landscape; filmsbrotini eru gjørd í Kina og Noregi. Tað er norska listafelagið Salt, sum skipar og sum rindar fyri stórslignu og ambitiøsu verkætlanina, verkið hjá Yang Fudong er byrjanin uppá eina stóra mentanarturné, greiðir Helga-Marie Nordby, sum er ein av grundleggjarunum av Salt, frá. Ætlanin er at ferðast norðanfyri við steðgum í Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Írlandi, Skotlandi, Spitsbergen og Alaska. Vit gleða okkum og hava meira um hetta seinni.










(KP)