
Søren Ulrik Thomsen, f. 1956, er ein av best umtóktu donsku yrkjarum og høvundum. Hann hevur skrivað yrkingar og essays, síðan hann debuteraði í 1981 við yrkingasavninum City Slang. Síðani eru komin seks onnur yrkingasøvn. Seinasta yrkingasavnið Rystet spejl gjørdist metsølubók í Danmark í 2011. Søren Ulrik Thomsen er limur í Det danske Akademi og fær Statens Kunstfonds livsvarige ydelse. Í ár er bókin Samlede Thomsen komin út, og eisini eru komnar út tvær skreytútgávur, sum Steinprent gevur út saman við listamanninum Claus Carstensen, har Søren Ulrik Thomsen hevur skrivað essays. Í kvøld, týskvøldið 27. mai kl 19.30 fer Søren Ulrik at lesa upp og tosa við Kim Simonsen um skaldskap sín.