KP
Sunday, April 22, 2012
Til lukku Arnold
Í dag fyllir ein av okkara mest sermerktu listamonnum 75 ár. Eg havi áður greitt frá um fyrstu ferð, eg upplivdi myndirnar hjá Arnold Vegghamar (1937), henda uppliving var so mikið sterk, at hon ikki fer frá mær aftur. Hesi verkini bar tað barasta ikki til at ignorera. Hóast myndevnini vóru lutfalsliga vanlig føroysk myndevni við lýsingum av t.d. haga, bygd og lending, var úttrykkið í hesum glitrandi fepurheitu litunum nakað heilt fyri seg. Tær bestu myndirnar hjá Arnold Vegghamar eru tær har myndevnið er einfalt. Á tí økinum minnir hann um hann Steffan Danielsen, sum í eini mynd av nøkrum hegnspelum, kundi úttrykkja so ótrúliga nógv. Stílurin í myndunum hjá Arnold Vegghamar er onkrastaðni í millum ekspressionismu og naivismu, samstundis sum hann er ógviliga egin við somu styrki, sum vit kenna frá Outsider Art. Á sama hátt sum hjá impressionistunum hómast ikki nógv av svørtum í myndunum hjá Arnoldi, sum fyri tað mesta brúkar sera bjartar litir sum t.d. gult, blátt, reytt, grønt og violett. Men listamaðurin broytist og mennist allatíðina, og eg gleði meg at síggja hansara nýggju myndir, sum vera við á framsýningini á Viðareiði. Hon letur upp leygardagin 28.4 i sambandi við hátíðarhald, tá Viðareiðis Kommuna fer at heiðra Viðareiðismálaranum. Meira um hetta seinni. Fyribils ynskja vit føðingardagsbarninum hjartaliga til lukku við teimum 75.
KP
KP