Friday, April 13, 2012

Lena Anderssen útgávukonsert í Norðurlandahúsinum


http://www.youtube.com/watch?v=NFUsVvjjY0g  Ein sangur,  tú rættiliga legði til merkis í útvarpinum í fjør, var sangurin "Left with myself". Vakur, væl komponeraður, væl spældur, sungin, innspældur og framleiddur minti meg eitt sindur um amerikonsku sangarinnuna Edie Brickell, sum eg dyrkaði í 80´unum, og so allíkavæl ikki, men eg gjørdist í grundini bilsin, tá eg skilti, at tað vóru føroyingar, sum áttu avrikið. Tað eru Lena Anderssen og Niclas Johannesen, sum hava gjørt hetta vakra, sorgblíða lagið, sum er á hennara nýggjastu fløgu, og nú ber til at uppliva alla herligheitina live í Havn. Vit hava fingið soljóðandi tíðindaskriv: 
                                             
Leygarkvøldið 14. apríl hevur Lena Anderssen sína fyrstu almennu konsert síðani fløgan “Letters From The Faroes” kom út í november í fjør. Stóri salurin í Norðurlandahúsinum verður karmur um framførslu, ið fer at taka útgangsstøði í fløguni, sum varð kosin “besta útgáva 2011” á Planet Awards undan ársskiftinum, har Lena somuleiðis fekk heiðurin at verða kosin “Ársins songkvinna” og “Ársins einstaklingur”.

Føroyskir og norðurlendskir tónleikarar
Umframt sín egna bólk, mannaður við føroyskum og norðurlendskum tónleikarum, fer Lena eisini at hava íslendskar strúkarar við sær á pall. “Vit vóru í Íslandi og spældu inn strúkarar til fløguna. Hetta eydnaðist sera væl og tað gleðir meg, at so nógvir framúr tónleikarar hava játtað at vera við til framførsluna í Norðurlandahúsinum,” sigur Lena Anderssen.

Tónar til myndir
Umframt orkestrið á pallinum, fer føroyski myndamaðurin Bárður Eklund at standa fyri myndlistini til konsertina.  “Hóast konsertin fyrst og fremst er ein ljóðuppliving, so vilja vit eisini geva áhoyrarunum nakað fyri eygað.” Bárður Eklund er ein av mest brúktu myndlistamonnunum í Føroyum og hevur vunnið heiðurslønir uttanlands fyri sítt arbeiði.

10 ár við tónleiki burturav
Lena Anderssen hevur seinastu tíggju árini arbeitt burturav við sínum tónleiki. Hon hevur spælt konsertir kring í Evropa og í Norðuramerika  – eitt nú saman við nøvnum so sum enska bólkinum Roxy Music, amerikonsku Beth Hart og avstralska Xavier Rudd. Somuleiðis hevur tónleikur hjá Lenu verið brúktur í sjónvarpsrøðum so sum Felicity, Scrubs, Nikita og øðrum við.

Útgávan Can’t Erase It kom út í Føroyum í 2004 og varð útgivin í Danmark árið eftir, har fløgan varð vald til “ugens album” á stóru útvarpsrásini P4 hjá Danmarks Radio, har Lena framvegis verður nógv spæld.
Í 2007 gav Lena út fløguna “Let Your Scars Dance”, ið varð kosin ársins fløga á Planet Awards og av lesarunum hjá Dimmalætting. Í 2009 varð Lena somuleiðis kosin “Female Vocalist Of The Year” av heimins størsta grassroots felagsskapi Just Plain Folks.

Konsertin leygarkvøldið 14. apríl byrjar klokkan 19.30 og kostnaðurin er 220,- krónur. Atgongumerkið kunnu ognast í Norðurlandahúsinum, Kunningarstovunum í Havn, Runavík, Klaksvík  og online á www.nlh.fo.
Mynd: Bárður Eklund