"De har
sandelig fået det hele med" segði drotningin, tá ið hon á fyrsta sinni sá
andlitsmyndina, ið Thomas Kluges hevði málað av henni. “Tá ið hon letur seg
avmynda soleiðis, kunnu vit onnur væl saktans eisini loyva okkum at síggja út,
sum vit gera”, vilja eldri kvinnur ofta vera við, tá ið tær síggja myndina.
Á tann
hátt er drotningin eisini ein fyrimynd.At list
skal líkjast umheiminum, situr enn rótgrógvið í nógvum fólkum. Og soleiðis er
listin hjá Thomas Kluge. Hann er vorðin heimskendur í Danmark av at mála
fotografiskt og nærum yvirnatúrliga realistiskt, serliga tá ið hann málar
andlitsmyndir av teimum kendu og ríku.Nakað
tvítýtt er við tí, at Kluge er kendur. Hann arbeiðir beint ímóti øllum ímyndum
um modernaða list og fæst við ein stíl, ið minnir um barokkmálningar
á la Rembrandt. Eisini setir hann seg sjálvan á pall sum gomlu meistararnir og
er í kollhúgvu, vesti og øllum. Gjølliga
lýsta fotografiska realisma hansara fellur eisini modernaðum listaummælarum og
smakkdómarum fyri bróstið. Harafturímóti hevur stóra fjøldin av listaáhugaðum
tikið Kluge til sín, og navnfram fólk í samfelagnum lata seg fegin avmynda av honum.
Thomas
Kluge er alt annað er ein seinføddur meistari við tekniskum hegni, ið minnir um
gomlu meistararnar. Bæði í formi og innihaldi er hann rættiliga nútíðarligur.
Minimalisma og surrealisma eru at síggja í listini, sum ofta viðger tómleika,
fremmandagerð og maktstríð. Á
framsýningini eru verk, sum Thomas Kluge sjálvur eigur, umframt nøkur fá, men
týðandi verk, sum privatir eigarar hava lænt savninum. Harumframt hevur hansara
kongaliga hátign Joachim, prinsur, givið loyvi at læna okkum málningin, sum
Kluge málaði av hennara hátign Margrethu, drotning II.
Tað er
ein mynd, sum hegnisliga javnvigar millum tað almenna og tað privata, eins og
alt tað, sum Thomas Kluger letur úr hondum, javnvigar hegnisliga millum
siðvenju og modernitet.
Framsýningin
letur upp sunnudagin 29. apríl kl. 14, og kl. 14.30 hevur Nils Ohrt
savnsleiðari samrøðu við Thomas Kluge. Powerpoint verður nýtt.
Vinaliga
heilsan, Nils Ohrt
LISTASAVN
FØROYA