Tuesday, April 10, 2012

Hugsa um børnini í Afrika og et epli, listafólk!


14. mars var eg ein túr í tinginum, tí mentan var á skránni.  Málið, sum var á skránni var eitt uppskot frá Tjódveldi um ymsar umleggingar av Mentanargrunni Landsins. Eg havi funnist at hesum uppskotinum áður, tí eg haldi tað líkist einari fyribilsloysn. Eg haldi heldur, at andstøðuflokkarnar skuldu brúkt teirra orku uppá saman at gera nøkur seriøs uppskot til umleggingar, sum eru fullkomiliga skottrygg og sum, um ikki annað, kunnu verða gjøgnumførd, tá andstøðuflokkarnir sjálvir koma í samgongu.

Men eg fór í tingið allíkavæl, tí tað vælmeinta og sympatiska uppskotið skuldi sjálvandi stuðlast og sjálvt um eingin (ei heldur Tjóðveldi) trýr uppá nakað úrslit av uppskotinum, haldi eg, at tað hóast alt er herligt og neyðugt, at kjak er um mentan og at mentan er á skránni í løgtinginum. Tað fyrsta tú sum lærari leggur til merkis er tann heilt ófatiligi mangulin uppá disiplin í tinginum, har tingfólk uttan tamarhald spasera runt, práta, flenna og ringja í heilum. Men ókey, talan er um vaksin fólk, eg skal ikki blanda meg og mong teirra høvdu eisini teldur við, sum tey sótu stillisliga og hugnaðu sær við. Eg sá bara skíggjan á einari teldu frá har sum eg sat á áskoðaraplássunum, og á tí skíggjanum sá eg listinblog.blogspot.com, sum haraftrat var sligin upp á einum bloggi, sum eg sjálv havi skrivað um mentanarpolitikk og so kann man jú ikki lata vera við at vera positivt sinnað. Og nógvar vóru grundirnar til at eg kundi vera jalig, tí limir frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn høvdu fín upplegg, sum eg næstan hoyrdi óhindrað, sjálvt um nógvur gangur var allatíðina. Men eg bleiv allíkavæl ørkymlað, tá Gunvør Balle frá Tjóðveldi setti Jónu Mortensen, sum er limur í mentanarnevndini fyri Sambandsflokkin ein spurning. Tað var okkurt við hvussu hon ímyndaði sær, at listastuðulin skuldi síggja út - ein fløktur og stórur spurningur, men tó eitt evni, sum ein limur í mentanarnevndini má roknast við at hava umhugsað. Jóna Mortensen svaraði okkurt við, at nú var hon altso heilt nýggj og hevði ikki havt tíð at seta seg inn í málið, og tað er jú ikki so ørkymlandi, men so tosaði hon eisini um hvat er hvat og tað er ikki til at vita og skúli og mentan er í einum og vissi hon skuldi raðfesta, ja so vildi hon heldur miðsavna seg um skúlagongd til tey forsømdu børnini. Eg veit ikki hvørji tey forsømdu børnini eru, men eg vóni sanniliga, at vit longu veita børnunum skúlagongd, tí annars er tað ein ordans gøla. Eg gangi bara út frá, at øll børn fáa tilboð um skúlagongd í Føroyum, sjálvt um tað væl kann vera, at tilboðini eiga at vera betri. Men so kom eg í tankar um tey smáu, svongu børnini í Afrika, var tað kanska tey hon tosaði um? Í hesum føri haldi eg, at hon  hevur rætt, eg haldi so avgjørt, at vit skulu stuðla menningarlondunum og eg síggi ikki nakað er til hindurs fyri, at taka flatskattalættan aftur og koyra peningin í ein stóran posa, sum skal sendast til tey ið eru verri fyri enn vit. Tað hevði verið eitt sindur av stíli yvir eini tílíkari gerð. 

Eg dugi bara ikki at síggja hví hesin grandiosi tanki skal hava nakað við mentanarpolitikk at gera. Nakrar túsund krónur tiknar frá mentanini til tey fátøku høvdu sjálvandi gjørt mun hjá teimum fátøku, men hví taka frá tí mest útpínda økinum, tá vit kunnu fáa til vega nógv meira pening á øðrvísi hátt, og hví skal tað altíð vera mentan, sum fær okkum til at raðfesta. Politikarar og fjølmiðlar hava eina margháttliga felagshugsan um, at raðfesting hevur okkurt við mentan og list at gera. Tað er eins og eru orðini límaði saman. Løgið. 

(IS)