Sunday, April 1, 2012

Tíðindaskriv: Nýggjar mentanarheiðurslønir latnar Tóroddi Poulsen og Carl Jóhan Jensen



Í sambandi við, at 75 ár eru liðin síðan bókaverkið Barbara kom út, og 60 ár eru liðin síðan bókaverkið Móðir Sjeystjørna kom út, hevur Mentamálaráðið avgjørt at seta á stovn tvær nýggjar mentanarheiðurslønir uppá tilsamans eina hálva millión krónur. Heiðurslønirnar hava fingið heitini Ársins Barbara og Ársins Móðir Sjeystjørna.
 

Mentamálaráðið umsitur fleiri mentanarligar stuðulsskipanir. Hesar skipanir eru umlagdar og savnaðar í tveimum nýggjum stórum heiðurslønum, sum nú eru tær størstu føroysku mentanarheiðurslønirnar. Heiðurslønirnar verða latnar við heimild í løgtingslóg, har ásett er, at nevnd ger tilmæli til landsstýrismannin um móttakarar av Ársins Móðir Sjeystjørnu og Ársins Barbaru. Sambært viðtøkunum skulu heiðurslønirnar latast listafólkum, sum í teirra virksemi hava skarað framúr og sýnt serliga góð listarlig evni. Í viðtøkunum verður mælt til, at heiðurslønirnar í fyrsta lagi verða latnar listakvinnum, ella listafólkum, sum á onkran hátt hava ruddað slóð fyri listakvinnum. Landsstýrismaðurin hevur sett nevnd at gera tilmæli um báðar heiðurslønirnar. Í nevndini sita Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen. 

 “Eg eri fegin um at kunna handa nøkrum av fremstu listafólkum okkara hesar báðar virðislønir á 250.000 krónur hvør fyri stóra avrik teirra. Vit eiga í Føroyum úrmælingar á so nógvum økjum innan mentan og list, og tað er av týdningi, at vit áhaldandi varpa ljós á skapandi virðini, ið hava so ómetaliga stóran týdning fyri okkara samfelag,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
 

Í grundgevingum sínum sigur dómsnevndin millum annað: “Ársins Móðir Sjeystjørna verður í ár latin Carl Jóhan Jensen fyri ríkidømið og listarliga fjølbroytnið, sum merkir alt, sum hesin listamaður nertir við. Nýggjasta dømi um nýskapandi margfeldið í verkum hansara er ment gjøgnum talgilda miðilin, har hansara listarliga alter ego tvinnar saman fleiri ræsur av modernaðum tilviti um nakað higartil ósæð, hetta eru listaverk, ið spreingja higartil kendar allýsingar fyri hvat eitt listaverk er."
 

"Ársins Barbara verður í ár latin Tóroddi Poulsen hvørs neistarok av flogvitugum og stórmerkiligum yrkingasøvnum og andríkari myndlist hava ríkað mál og fólk í mong ár. Við sínum meistarligu kompositiónum letur listamaðurin upp nýggjar dimensiónir í listini, og spreingir áhaldandi rammurnar fyri føroyskari list, sum hann hevur endurnýggjað og flutt fram í samtíðina."
"Tað er okkara vón, at hesar báðar heiðurslønirnar verða báðum listamonnum til kveikjan, stimbran og stuðlan".

Heiðurslønarmóttakararnir, Carl Jóhan Jensen og Tóroddur Poulsen eru í dag fyrsta apríl kunnaðir um stóra heiðurin. Heiðurslønarhandanin er almenn og verður hildin við røðum, tónleiki og upplestri í nýumvældu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn á føðingardegi listablogsins fríggjadagin 6. Juli 2012 kl. 20. 





(IS)