Saturday, April 28, 2012

Arnold Vegghamar 75 ára hátíðarhald



Hátíðarhald verður á Viðareiði í sambandi við at Arnhold Vegghamar hevur 75 ára føðingardag. 

22. apríl varð Arnold Vegghamar, listamaður á Viðareiði, 75 ár.
Arnold hevur málað heilt frá ungum árum og hevur verið við á nógvum framsýningum. Í nógv ár arbeiddi hann sum gullsmiður í Havn, og stundirnar til at mála vóru ikki altíð so góðar, men á hvørjum ári legði hann tó nakrar málningar eftir seg. Myndevnini vóru aloftast úr náttúruni kring heimbygdina, og stílurin var siðbundin naturalistiskur sum hjá nógvum føroyskum málarum.
Hesini seinastu árini, síðan hann gavst sum gullsmiður, hevur Arnold Vegghamar búð á Viðareiði, og sum listarmaður hevur hann verið rættiliga virkin. Í atelierinum í kjallaranum er ofta trongligt, tí málningar í longum rað standa allastaðni fram við veggjunum. Javnan kemur fólk, frá nær og fjar, á gátt at hyggja og kanska ogna sær onkran málning. Evnavalið er enn bygdin, Malinsfjall, Villingadalsfjall, Hellan og Eiðsvíkin, hús, bátar og fólk. Hann málar ofta sama motivið umaftur og umaftur, og stílurin er so við og við vorðin alt einfaldari, so teir sterku litirnir sleppa at tala fyri seg. Onkur av málningunum hevur vakt ans á framsýning uttanlands. Í 2010 gav Listasavn Føroya út bók um listina hjá Arnold, samstundis sum hann lat upp framsýning í Listaskálanum. Bókin viðger listina hjá Arnold frá teimum fyrstu royndunum og upp til dagin í dag og umrøður tann sermerkta og persónliga stílin, ið Arnold hevur funnið. Tikið verður samanum: “Víst er tað so, at landslagið kveikir hugin til at mála, men við úrslitinum, verkinum, koma vit inn í annan hugaheim. Vit síggja landslagið við øðrum eygum. Í hesum finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslagsmálningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi”.

Í sambandi við føðingardag Arnolds skipar Viðareiðis kommuna fyri hátíðarhaldi í fimleikarhøllini í skúlanum leygardagin 28. apríl. og eini listaframsýning við nýggjastu málningunum hjá Arnoldi, sum verður opin hendan leygardagin og sunnudagin við. Teir flestu málningarnir hava ikki verið framsýndir áður.

Við hátíðarhaldið fara Arnstein Niclassen, fv. býráðslimur í Tórshavn, og Kinna Poulsen, listaummælari, at halda røðu. 17 sangarar úr Klaksvík fara at syngja, og eisini verður felagssangur . Aftaná verður okkurt til ábit.

Tiltakið byrjar 28. apríl kl. 15.00.
Framsýningin er opin leygardagin 28.apríl. kl. 15.00-21.00 og sunnudagin 29.apríl kl. 14.00-19.00