Monday, April 9, 2012

Tað sum sigast má



Rættiligt rumbul hevur staðist av eini yrking, sum týsk/pólski rithøvundurin (f.1927 í Gdansk) og nobelheiðurslønarmóttakarin, Günther Grass almannakunngjørdi herfyri og nú er hann vorðin persona non grata í Ísrael, haðani hann hevur fingið innferðarforboð. Vit hava lænt týðingina av yrkingini, sum Carl Jóhan Jensen hevur gjørt. Á hansara facebooksíðu er eisini kjak um yrkingina, fleirtalið heldur, at hon fyrst og fremst er ógvuliga vánalig (altso upprunayrkingin og ikki týðingin). Sjálv haldi eg tað vera áhugavert, at Grass hevur valt at skriva eina tílíka prosayrking í staðin fyri at orða eitt lesararbræv. Kanska hevur hann hildið, at hansara meiningar um Ísrael fóru at verða listnar við mildari eygum, um tær stóðu í eini yrking? Men so var ikki. Reaktiónirnar eru í øllum førum rættiliga ógvusligar og rithøvundurin fær skotið í skógvarnar, at hann á ungum árum var limur í Waffen SS, og at hann er antisemittur, reaktiónir sum hann sambært yrkingini roknaði við at fáa. Onkur heldur, at einasta grundin til, at yrkingin hevur fingið so nógv uppmerksemi er, at høvundurin hevur fingið nobelheiðurslønina og sjálv má eg viðganga, at maðurin handan Blikktrummuna hevur mína ævigu virðing og áhuga. Men hetta er so dømi uppá hvat nobelheiðurslønin kann brúkast til, tí ikki er tað ofta, at ein yrking er ovast á breddanum í tíðindameldrinum.



Tað sum sigast má

Günther Grass

Hví havi eg tagt og dult so leingi
tað sum er opinbert og aftur
og aftur vant í krígsspölum, har vit,
um vit yvirliva, í besta lagi enda 
sum ein ill undirgrein.

Tað er hesin sonevndi rætturin til fyribyrgjandi álop,
ið saktans kann beina fyri iranum, hesum kjaftbreiða kúgaða 
og í fyriskipaðum fagnaði niðurbundna
fólkinum, nú gitingar eru frammi um
at kjarnorkuvápn verða smíðað í teirra umveldi. 

Men hví aftri eg meg so í, meðni,
at nevna onnur lond við navni
sum gud viti hvussu leingi – um enn í loyndum- 
hava havt eina vaksandi kjarnorkutilbúgving,
men uttan eftirlit, uttan nakrar kanningar sum helst?

At soleiðis verður hult yvir hesi viðurskifti,
hetta at tøgn mín legnar seg eftir teirri almennu tögnini,
kenni eg sum eina tyngjandi lygn,
sum eitt bann, ið rópar eftir revsing um tað ikki verður virt;
“gýðinga-hatur” eitur dómurin javnan. 

Íðan hvat, nú land mítt,
sum av og á noyðist at taka í egnan barm
og standa til svars fyri óbótalig brotsverk,
enn eina ferð sum var tað ein avgreiðsluspurningur bara,
um enn íðuliga við dámi av iðranargerð,
ætlar at lata Ísrael ein kavbát afturat
serliga útgjørdan til at beina
altoyðandi spreingiløðingar hagar,
ið eingin við vissu veit um ein einasta kjarnorkubumba finst,
men kortini illgruni vil roknast fyri sannprógv,
tí sigi eg tað, sum má sigast. 

Men hví havi eg higartil tagt?
Av tí at eg helt uppruna mín,
ósvitaliga dálkaðan,
bannað mær at nevna hesi viðurskifti
sum ein greiðan sannleika um Ísrael,
eitt land, ið eg eri og altíð fari
at verða knýttur at.

Men hví sigi eg hetta nústani,
aldraður og við seinasta blekkdropanum:
Kjarnorkuveldið Ísrael hóttir
ein framundan viðbreknan heimsfrið?
Eg sigi tað tí at tað, sum má sigast
kann longu í morgin verða ov seint;
Og tí at vit – illgitnu týskarar – 
kunnu gerast partur í einum brotsverki
sum er fyrisigiligt og samsekt okkara
tískil ikki fjalast við teimum vanligu undanførslunum.

Nei, illanstíð tigi eg longur.
Hyklið í vesturheiminum
er mær ovboðið; harumframt vóni eg,
at onnur evna at loysa seg undan tögnini eisini
og fara at skora tey, sum eru atvoldin í hesum vanda,
til ikki at brúka vápnamegi
og somuleiðis krevja 
at ein altjóðastovnur, 
sum bæði londini hvørt sær viðurkenna
fær óavmarkað og varandi eftirlit 
við ísraelskari kjarnorku
og iranskum kjarnorkuverkum.

Bert soleiðis ber til at hjálpa 
ikki bert Ísraelum og Palestinum,
men eisini öllum grannafíggindum, 
har um vegir, í hesum londunum,
sum eru hertikin av yvirsjónum,
og tá ið av tornar eisini okkum sjálvum.