Friday, April 13, 2012

Steinbjørn er farin

  
Myndin er tikin á framsýningini Innrás, sum ung listafólk høvdu í Müllers Pakkhúsi í 2010. 

Eg plagdi at møta honum ymsastaðni í Havnini. Ovurhonds aktivur kom hann rokandi um okkurt húsarhorn í býnum ella í plantasjuni við svimjiposa í hond, men hann hevði altíð tíð at práta og at venda ymsum viðurskiftum í listini, sum hevði hansara stóra áhuga. Hann var sera eldhugaður maður, sum fylgdi væl við í øllum samfelagsviðurskiftum, eisini í sonevnda listastríðnum, har hann altíð helt fast við at stuðla og taka listina og okkum sjálvi í álvara, og hansara frælsi hugsunarháttur, at vit kunnu og duga alt eins væl og onnur fólk kendist sjálvsagdur í hansara selskapi. Hann var altíð við á ferniseringum, og hann var eisini við á stovnandi aðalfundi, tá grafikkáhugafelagið Steinbrá varð stovnað. Vit vóru í grundini eitt slag av starvsfelagum, tí hann var listaummælari fyrr í tíðini, og hann tók hetta ummælaríið upp aftur, tá hann herfyri á heimasíðu Sprotans ummældi bókina um og við Hansinu Iversen, sum Inger gjørdi. Hann var ógvuliga hugtikin av bókini og av listini hjá Hansinu Iversen. Steinbjørn var modernistur og tað eru eisini nakrar fínar modernistiskar yrkingar, sum eru tað fyrsta, eg sambindi bókmentaliga við hann.

Steinbjørn Berghamar Jacobsen varð føddur í Sandvík í 1937. Foreldur Jensia f. Berg (f. 1913) og Johan Fr. Jacobsen (f. 1912 - d. 1987), bæði úr Sandvík. Giftist 1964 á Fjóni við Ingrid Linderoth Hansen f. 1944 á Fjóni, og fingu tey hesi børn: Vár f. 19.4.1965, Snæbjørn f. 15.12.66, Kára f. 18.8.68, Lív f. 24.12.69, d. 8.7.80, og Eyð f. 5.12.81. Steinbjørn var lærari og háskúlamaður, og hann var stjóri á Føroya Fólkaháskúla frá 1970 til 1980. Hann arbeiddi sum lærari í Kommunuskúlanum og hevði í samfelagnum fleiri onnur álitisstørv, t.d. var hann ritstjóri á Varðanum eitt tíðarskeið og nevndarlimur í Móðurmálsfelagnum. Hansara fyrsta bók, Heimkoma, við yrkingum, kom í 1966 og tvey ár seinni kom yrkingarsavnið Fræ. Steinbjørn B.Jacobsen varð tríggjar ferð heiðraður fyri sínar bøkur, í 1976 og 1985 fekk hann barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs og í 1981 fekk hann M.A.Jacobsens heiðursløn fyri fagurbókmentir.

Eg fari at sakna tann kvika, eldhugaða  mannin við svimjiposanum og alla hansara vitan um listarlig viðurskifti. Hansara familja fer ivaleyst at sakna hann enn meira, teimum vátti eg mína djúpastu samkenslu. Hvíl í friði Steinbjørn og takk fyri títt avrik.


Eg og sólin

Sólin lýsir
stjørnurnar eru
jørðin og mánin
lívið og mannaættin
fara kanska
eg fari
eg hvørvi