Friday, April 27, 2012

Okkara formaður


Nevndin í LISA hevur nú skipað seg við Ólavi Jakobsen sum formanni. Hinir nevndarlimirnir eru Bárður í Baiansstovu og Guðrið Poulsen.

Vit ynskja Ólavi hjartaliga til lukku við formansskapinum og fara samstundis at nýta høvið til at seta honum nakrar spurningar um framtíðina hjá LISA.

 

Hvønn leiklut ynskir tú, at LISA skal hava í mun til list og mentan?

LISA skal framhaldandi arbeiðia við at betra um korini hjá listafólki. Tað verður arbeitt at gera sína ávirkan galdandi í m.a. umskipan av Mentanargrunninum, rættindi til listaverk og samansettar setanir hjá listafólki. 

 Eisini í tí dagliga, at virka sum ráðgeving hjá listafólki, bæði leik og lærd.
LISA skal eisini virka fyri, at yrkislistafólk fáa betri møguleika at virka í Føroyum. Áhugalistin í Føroyum hevur góðar sømdir, soleiðis skal eisini vera. Men tað eru alt ov nógv ung yrkislistafólk, ið ikki støðast her. Tað er brúk fyri teimum.

Hvørjar eru tær mest umráðandi uppgávurnar hjá føroyskari list beint nú?
 

Tað eru nøkur ítøkilig ting, ið mugu mennast. Tjóðpallurin má og skal setast fremst, tað er eitt sera týdningarmikið arbeiðspláss hjá nógvum av okkara listafólki. Umstøðurnar eru, ja, púra burturvið - allíkavæl klára tey at fremja stóra list. Ferð eftir ferð.
Nógv gott samstarv er við skúlaverkið innan listaøkið. Hetta skal mennast enn meira og stóru menta- og listastovnarnir m.a. Kringvarpið og Listasavnið, vóni eg, taka sína skyldu í álvara. 


 Umstøðurnar hjá yrkislistafólki skulu betrast og tað er ein stórur vandi, at heili ættarlið av m.a. myndlistafólki ikki eru í Føryoum. Vit mugu styrkja tey fakligu umhvørvini, so vit fáa fólk at koma heim aftur at virka. Hetta hevur partvíst eydnast tónleikinum, ið er á rættari leið. Tónlistafólk virka í Føroyum, men eru samstundis eisini virkin á aljóða palli. Hetta tryggar støðið, útsýnið, menningina og so slepst eisini undan vandanum fyri dunnuhyljasyndrominum, ið er drepandi fyri listina.