Í morgin klokkan 9.30 verður tingfundur. Á dágsskránni
er millum annað 2. viðgerð av uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg
um Mentanargrunn landsins.
Tað verður
neyvan nakar spennandi tingfundur, tí sum tað skilst av omanfyristandandi áliti
mælir meirilutin løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Eg ætli mær nú at lurta allíkavæl. Tað er hóast alt ikki á
hvørjum degi, at mentanin er á skránni og tað kann jú altíð vera, at okkurt
áhugavert verður sagt ella um ikki annað, so okkurt stuttligt...
Álit í løgtingsmáli nr. 145/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um Mentanargrunn landsins
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann
7. mars 2012, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2012 er tað beint
Mentanarnevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10. og 12. apríl
2012. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í
mentamálum saman við umboði fyri Mentanargrunnin, umboði fyri Kringvarp Føroya
og umboði fyri Klippfisk og filmsgrunnin hjá Norðurlandahúsinum.
Meirilutin (Bjarni Djurholm,
Jóna Mortensen, Edva Jacobsen og Jenis av Rana) tekur ikki undir við málinum og
mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Viðmerkingar:
Meirilutin ásannar tann jaliga
leiklut, sum filmslist hevur fyri listarliga umhvørvið, og ásannar meirilutin
harumframt teir møguleikar, sum filmslist hevur fyri menningina av føroyskari
list burturi sum heima. Undir viðgerðini er komið greitt fram, at uppskotið til
lógarbroytingina onga broyting hevur við sær í gerandisviðgerðunum hjá
Mentanargrunninum, tá filmslist, sum er, er umfatað av stuðulsmøguleikunum í
lógini. Tí fer uppskotna lógarbroyting í mesta lagi at vera eitt politiskt
signal, sum ikki vikar við veruleikan, at nevndin í Mentanargrunninum javnan
viðger og játtar
stuðul til filmslist. Eisini hevur
landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, upplýst fyri nevndini, at arbeitt
verður við at broyta Mentanargrunn landsins soleiðis, at grunnurin fær størri
fíggjarorku, umframt at heimildirnar hjá grunninum verða víðkaðar.
Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann ætlar at leggja uppskot um
lógarbroytingar fyri Løgtingið á ólavsøku, og at landsstýrismaðurin í hesum viðfangi væntandi fer at nágreina
stuðulsmøguleikarnar fyri ymsu listagreinarnar, herundir eisini filmslist. Meirilutin
stuðlar ætlanini hjá landsstýrinum og ynskir at geva landsstýrinum arbeiðsfrið
til at viðgera málið gjølla. Meirilutin mælir tí frá at samtykkja uppskotið um
lógarbroyting.
Minnilutin (Gunvør Balle, Høgni
Hoydal og Rigmor Dam) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at
samtykkja uppskotið.
Viðmerkingar:
Minnilutin mælir Løgtinginum til at
samtykkja uppskotið, sum bert snýr seg um at fáa orðið "filmslist"
inn í § 1, stk. 2. Eftirsum at semja er í nevndini um, at filmslistin er
listagrein, ið eigur at fáa raðfesting, heldur minnilutin tað er eitt greitt
politiskt signal, at orðið verður sett inn í lógina. Hóast filmslistin kann
sigast at vera umfatað av virkisøkinum hjá Mentanargrunninum sum er, og hevur
fingið stuðul nakrar ferðir, er tað at seta "filmslist" inn, bert
tekin um ein greiðan politiskan vilja til at vísa eisini hesi listagrein ans og
virðing. Harumframt hevur Tjóðveldi sett uppskot fram um, at fleiri pengar
verða latnir til Mentanargrunnin, antin sum eykajáttan ella við at flyta aðrar
smærri stuðulsjáttanir frá Mentamálaráðnum í grunnin, við tí endamáli at teir
markast til at stuðla filmslist. Um tað eydnast at hækka játtanina til Mentanargrunnin,
hevur tað týdning, at vit fáa orðið "filmslist" inn í lógina, so tað
eingin ivi verður um, at hækkaða játtanin skal fara til hesa listagreinina.
Mentanarnevndin, 24.
apríl 2012
Bjarni Djurholm Gunvør Balle
Edva Jacobsen
Rigmor Dam
Jóna Mortensen
Høgni Hoydal
Jenis av Rana