Wednesday, April 25, 2012

Misjøvn, tveydimensjonal útflytingarframsýning...


Gumma plagdi onkuntíð at tosa um at vera í vandring, ið sipar til ta serligu støðuna, sum valdar í løtuni í millum tá man er vakin og svevur. Tað er ta stund, tá dagsins vit og skil er um at verða yvirtikið av heilt øðrum parametrum á ferðini inn í markleysa dreymaheimin og hetta má sigast at vera ein listarliga fruktagóð støða, sum ávirkar fleiri av ungu listafólkum okkara. So er spurningurin bara um eisini Udvandring er fruktagott listarligt útgangsstøði, í øllum førum er hetta hugtakið øðrvísi konkret, og sipar til ein áleikandi trupulleika hjá føroyska samfelagnum. Men Udvandring er altso eisini heitið á eini listaframsýning á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn hjá seks ungum føroyskum listafólkum, harav helvtin í løtuni livir í útlegd. Heiðrik á Heygum býr í Keypmannahavn og hevur kuraterað framsýningina við verkum hjá sær sjálvum og hjá Halldis Olsen, Jóannesi Lamhauge, Silju Strøm, Erlu Maritu Askham og Jóhan Martini Christiansen.

Framsýningin tekur tráðin upp frá framsýningini Innrás í Müllers Pakkhúsi í Havn í 2010, og sjálvt um bert fá verk ganga aftur í báðum framsýningunum, minna tær í stíli um hvørja aðra við figurativari, forfínaðari og tveydimensjonalari list í ráum pakkhúsumhvørvi. Listafólkini eru øll fødd millum 1981 og 1987, so elsti luttakari er farin um tey tríati, meðan hini fyri tað mesta eru síðst í tjúgunum, hetta er sostatt ikki heilt blaðung listafólk. Men ein føroysk ættarliðsmarkering av tílíkum slagi er áhugaverd í sjálvum sær, og framsýningin riggar eisini sum heild sera væl í ráu hølunum hjá Norðurbryggjuni, sjálvt um okkurt sjálvandi kundi verið betri. Og lat meg bara leypa út í tað, áðrenn ummælið verður til eina ørkymlandi vandring kring heitan greyt. Lat meg bara viðganga alt fyri eitt, at eg eri eitt sindur vónbrotin av framsýningini, sum eg hevði ógvuliga stórar vónir um.

Framsýningin hevði verið betri um eitt nú Silja Strøm fekk betri umstøður at sýna fram, og um eisini Jóhan Martin Christiansen fekk pláss til sínar installatiónir á framsýningini. Teirra list er ikki uppraðfest eins og hon hevur tað uppiborið í mun til sólarkláru góðskuna, ið merkir verkini hjá hesum báðum listafólkunum. Myndirnar hjá Silju hanga ikki væl á framsýningini, serliga hanga tær fínligu blýantstekningarnar serstakliga illa á einum veggi við nógvum, órógvandi elementum. Teir sjey smáu málningarnir hjá Silju Strøm eru stuttligir og frekkir, samstundis sum teir geva áskoðaranum assosiatiónir til okkurt øgiliga hámentað og listafínt. Rosalittu, ljósabláu og dustgrønu litirnir tala til okkara um okkurt, sum er gamalt, kunstigt og mentað. Myndevnini, sum í fleiri førum sameina menniskjafigurar við fuglaskap, kenna vit eisini úr griksku mytologiini, men symbolikkurin er ikki á samsvarandi hátt avgjørdur frammanundan í samtíðarlistini hjá Silju Strøm. Skapini á figurunum eru í summum førum eitt sindur bronglað og hetta gevur saman við bylgjurørslunum ein serstakan, surrealistiskan og dreymakendn dám. Myndirnar hjá Silju Strøm eru enn sum áður kollasjukendar og samansettar, men tær eru allíkavæl í ferð við at gerast eitt sindur einfaldari, álvarsligari, klárari og listarliga enn meira sannførandi enn áður. Tann størsta av teimum smáu myndunum er framúrskarandi, bæði einføld og rík við tveimum ymiskum søgugongdum, eini loddrættari og eini vatnrættari, sum viðmerkja og spegla hvørja aðra.  




Jóhan Martin Christiansen hevur nakrar svartar og hvítar linoskurðir við á framsýningini, sum eru heilt ómetaliga einfaldir og eitt sindur ríkiliga nógv back to basics, tá hugsað verður um, at listamaðurin er ein uprising installatiónslista-star í danska høvuðsstaðnum. Tí tó at Jóhan Martin Christiansen enn er lutfalsliga ungur akademinæmingur, hevur hann rættiliga gjørt vart við seg í danska listaumhvørvinum við t.d. framsýningini Self-Portrait in Very Dark, sum fekk nógv rósandi orð frá t.d. ummælaranum á Information, Michael Jeppesen. Jóhan Martin stáplar ymsar lutir upp í originalum konseptuellum installatiónum, sum eru merktar av bæði humor og poesi, og eg hevði heilt erligt glett meg at síggja nakrar tílíkar installatiónir á framsýningini.

Heiðrik á Heygum fevnir listarliga rættiliga breitt um fleiri listarlig tøkni, men hevur seinastu árini brúkt mest av krúti uppá filmsverkætlanir. Tað hevði riggað væl til framsýningina evnisliga og hevði gjørt hana meira dynamiska, um hann hevði valt at sýna fram eina filmsverkætlan, t.d. filmin Sigarett. Men í staðin fyri at hava filmslist á framsýningini insisterar Heiðrik á Heygum uppá tveydimensjonala list við trimum stórum pappírsverkum, ið øll avmynda eina kvinnu. Tey eru grafiskt greið og avgjørd við svartari bakgrund, reyðum detaljum og ljósari ella hvítari figuratión. Myndirnar eru hongdar upp við klemmum á sama hátt sum í Innrás, men hesar nýggju myndirnar hava ikki tann sama lætta, gjøgnumskygda dámin sum tær eldru myndirnr. Tær tykjast hin vegin eitt sindur tungar og kompaktar og patetiskar. Tær snúgva seg um kvinnur, ið antin eru uppá vegin ella sita við vøgguna. Evnisliga tykjast tær snúgva seg um samleika, kanska nationala samleikan hjá listamanninum, tí ein reyður hvalur sæst í tveimum av myndunum. Silja Strøm hevur forrestin eisini ein syrutan lítlan lunda millum síni myndevni sum eitt dekorativt emblemi við føroyskum signalvirði. Men undantikið í heitinum Udvandring tykist Føroyar-tematiseringin hvørki serliga gjøgnumførd ella djúphugsin á framsýningini og hetta hevur neyvan verið ætlanin.

Halldis Olsen hevur onkra eldri mynd við á framsýningini, sum er sterk, men í mun til hennara aldur og listarligu styrki hevði eg væntað bert at sæð nýggj verk á ferð í eini fúkandi menning. Ein tílík er kanska ikki heilt so eyðsýnd, tá eldri myndir verða framsýndar, men tað sæst tó alt fyri eitt, at Halldis Olsen er farin at arbeiða við meira kompleksum grafiskum mannagongdum, sum hon væl og virðiliga dugir at stýra. Myndirnar eru óhugnaligar, og enn tykjast tær eitt sindur gamaldags, tær minna í stíli eitt sindur um myndirnar hjá Goya av krígsræðuleikum, samstundis sum hetta er egin samtíðarlist. Erlu Maritu Askham havi eg bert upplivað einaferð áður, tað var á Ólavsøkuframsýningini, sum teir báðir Heiðrik á Heygum og Jóannes Lamhauge fyriskipaði fyri nøkrum árum síðani. Tá sýndi hon fram eina monumentala mynd av einari kvinnu, sum vaskaði vesið. Herlig mynd við feministiskum undirtonum, og rættiliga serstøk myndevnisliga sæð í føroyskum listahøpi. 

So vítt sum eg dugi at síggja er tað enn eitt slag av sjálvsmynd, sum Erla Marita Askham arbeiðir við og stílurin er eisini enn eitt sindur pop art ella teknirøðskendur, men myndevnið av tí yvirdimensioneraðu listakvinnuni, sum eygleiðir tey elasmáu fólkini, er eitt sindur surrealististiskt á leið yvir í okkurt, sum Edward Fuglø kundi funnið uppá. Hann brúkar ofta yvirdimensioneraði fólk á sínum myndum, og eg hugsi, at Fuglø yvirhøvur er rættiliga væl dámdur millum  ung, sum hava hann sum fyrimynd.

Jóannes Lamhauge hevur tveir málningar við á framsýningini, harav eg  havi sæð tann eina á Ólavsøkuframsýningini í fjør. Eg veit ikki hvat eg skal siga um hesar myndirnar hjá nærlagda Jóannnes Lamhauge. Men tá omanfyrinevndi Edward Fuglø kann forsvara seg sjálvan við einum kitschpredikati í sambandi við eina drottningagávu, ber tað møguliga eisini til at brúka ein tílíkan lykil til fatanina av myndunum hjá Jóannesi Lamhauge. Kanska vantar mær ein tílíkan lykil, tí myndirnar eru í øllum førum ikki lættar at ynna hjá mær. Báðar myndirnar avmynda eina kvinnu og ein fugl, eitt myndevni, sum t.d. listakvinnan Silja Strøm fær nakað dynamiskt og nýtt burturúr. Tað ger Jóannes Lamhauge ikki. Talan er sostatt um rættiliga stóran góðskumun á ungdómsframsýningini Udvandring, sum er at síggja á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn inntil 28.mai.

(KP)
Fotomyndir: Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen og Kinna Poulsen


Tvær av myndunum hjá Heiðrik á Heygum


Tekning hjá Silju Strøm


Silja Strøm. Málningar.


Við inngongdina


Plakat og kort til sølu


Tekningar hjá Silju


Silja Strøm


Framsýningin riggaði væl


Jóannes Lamhauge

Halldis Olsen

Tey ungu stillu á veg inn í framsýningina