Thursday, April 12, 2012

Tempus fugit - 10 ára tónamálarí við Tarira


Sum áhoyrari til ta einu av jubileumskonsertunum hjá Tarira hevði eg eina heilt serliga deja vu kenda kenslu, tí kórið sang fleiri sangir, sum tey eisini sungu fyri níggju árum síðani, tá eg hoyrdi Tarira á fyrsta sinni, beint áðrenn eg sjálv fór uppí kórið. Havi vegna sjúku verið í farloyvi og tessvegna hepnaðist mær at uppliva 10 ára jubileumskonsertina sum áhoyrari heldur enn sangari. Har sat eg so í kirkjuni við tí frágerða góða akustikkinum í Fuglafirði og kendi á mær, at tíggju ár í bestu árum ganga skjótt.

Skráin var sett saman av "oldies but goldies" kórtónleiki, sum als ikki merkir tað sama sum, at tónleikurin er gamal, men sum undirritaða fyri tað allarmesta dugir sovandi og aftanífrá og tá er tað í grundini ein avbjóðing at vera áhoyrari, tí tá er kritiska oyrað rættiliga víðopið fyri øllum óneyvleikum. Okkurt var, men allíkavæl bar væl til at njóta tónleikin og tvær ferðir fekk eg herligastu herðindi av gásarholdi, tað var tá kórið sang vakra satsin "Glitra" hjá Unn Patursson og ekstatiska verkið hjá Sven-David Sandstrøm "En ny himmel och en ny jord". Konsertin var í tveimum pørtum, fyrst sang kórið við manningini, sum syngur í løtuni í Tarira, tað eru 19 sangarar. So var steðgur og síðani sang "Stóra Tarira" við tilsamans 29 sangarum. Stórbæra verkið hjá Sandstrøm hevur neyvan ljóða nógv betri og var tað samanumtikið ein fragd at hoyra eitt kór syngja við so miklum yvirskoti, ikki minst á mannfólkasíðuni.

Skráin var sett saman av nýggjum tónleiki og gomlum renesansu- og barokktónleiki. Í eini mentan sum okkara við okkara ævinliga áhuga fyri øllum, sum gamalt ella gamaldags er, haldi eg, at samtíðarlistin er serliga umráðandi og sostatt er tað eisini samtíðartónleikurin, ikki minst tann føroyski samtíðartónleikurin, sum hevur mín størsta áhuga. Sum kunnugt er leiðari kórsins, Sunleif Rasmussen tónaskald og í sambandi við hundrað ára dagin hjá Karsteni Hoydal framførdi kórið nýskrivað verk, sum Sunleif hevur skrivað til yrkingina hjá Karsteni Hoydal. "Við eina vøggu" æt lagið, sum fyri undirritaðu gjørdist størsta upplivingin á konsertini og ein umráðandi orsøk til hetta er heilt einfalt, at eg ongantíð havi hoyrt tað áður. Yrkingina kenni eg, hon endar við reglunum "tá út í oyðu flúgva orð/ at skapa alt av nýggjum". Tá eg nú nakrar dagar seinni siti og royni at minnast verkið, minnist eg mínar egnu reaktiónir av vónríkari undran og kensluni av í brotum at fata listarliga stórlætið í friðsælu kompositiónini.   

Í eini annars lutfalsliga progressivari tónleikaskrá tóktist fyrsti sálmurin "Kirkjan hon er eitt gamalt hús" eitt sindur uttan fyri samanhang, men hetta kemst helst av tí, at skráin onkursvegna skal umboða avrikið hjá kórinum tey seinastu 10 árini, og kórið hevur eitt nú sungið við á fløguni Mai-mynd við tónleiki hjá Knúti Olsen. Longu í næsta satsinum varnaðust áhoyrarar veruligu styrkina hjá Tarira og Sunleif Rasmussen í dynamiskt skiftandi, stundum døpru, stundum friðsælu tulkingini av framúrskarandi nýklassikaranum hjá Paula í Sandagerði "Náttarfriður", sum Pauli skrivaði 11.september í 2001 til týðingina hjá Janusi Djurhuus av kendu yrkingini hjá Goethe. "Glitra" er einfaldur kvinnukórsatsur, har kvinnurøddirnar tvinnast saman á ein hátt, sum minnir um ljósspæl av silvitni á sjónum. Tað er Unn Patursson, sum við hesi fínu kórkompositiónini rakar beint í náttúruimpressionistiska huglagið í yrkingini hjá Róa Patursson. "Glitra" er eins og fleiri av hinum løgunum, sum vórðu framførd á jubileumskonsertini, við á fløguni hjá Tarira "Døgg", sum kom út fyri fýra árum síðani.

Kórleiðarin greiddi frá, at kórið hevur verið vælsignað við fleiri tónaskøldum, tí t.d. var Unn Patursson við í stóra avbrigdinum av Tarira og tað sama er galdandi fyri Paula Hansen, sum hevur gjørt "Mörkret talar til den blommande busken" til orð hjá Williami Heinesen í svenskari týðing. Eitt samansett verk, vit kunnu kalla tað postmodernistiskt við vøkrum næstan romantiskum brotum, sum í serligan mun krevur góðan innsats frá monnunum. Allarflestu kór hava trupulleikar við at manna tenor- og bassbólk og tí er tað ikki oftari enn so, at sangurin er sungin so sannførandi sum jubileumskórið Tarira megnaði. Tónaskaldið helt sjálvur, at hetta var besta framførsla nakrantíð av hansara sangi. Verkið hjá Sven-David Sandstrøm "En ny himmel och en ny jord" er avgjørt eitt av yndisverkunum hjá Tarira og tað hoyrist eisini á eldhugaðu framførsluni. Verkið er heilt einastandandi. Tónleikurin vaksur spakuliga fram burtur úr ongum við visionerum staðfestingum úr opinbering Jóhannesar, sum tónaskaldið málar við tónum. Tá orðini "sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt" verða sungin, fevna tónarnir á orðinum "himmal" yvir tríggjar oktavar. Tá er verkið ekstatiskt, meðan tað aðrar tíðir er bæði vakurt og óhugnaligt og ekstremt uppá so nógvar mátar. Hendan ekstremitetin megnar bert eitt kór við ógvuliga sterkum røddum og tónagávum at liva upp til og tað gjørdi Tarira undir leiðslu av Sunleif Rasmussen.

Av øðrum, sum var á skránni, kann nevnast "Vatnið og ljósið" hjá Kára Bæk til yrking hjá Karsteni Hoydal, sum er somuleiðis er sera skiftandi dynamiskt og ein avbjóðing at syngja, og tað sama kann í grundini sigast um tey allarflestu av teimum 15 verkunum, sum jubileumskonsertin fevndi um. Á øllum teim nøvnum, sum eg havi nevnt skilst helst, at talan var um bókmentaliga og tónlistarliga hágóðsku og fyri meg var tað sum áður nevnt samtíðartónleikurin, ið av álvara gjørdi mær mun. Nú er tað so vælsignað, at kórið í viðtøkum sínum hevur forpliktað seg til at bíleggja og syngja nýggjan tónleik, og eg veit, at m.a. eitt verk hjá Tróndi Bogason liggur og bíðar, so eg gleði meg at byrja aftur... 


Mynd: Hansina Iversen


(KP)