Tuesday, April 10, 2012

Hvat er natúrligt?


27.juli, ið summi nevna "lítlu ólavsøkuaftan" verður Faroe Pride skrúðgongan gjøgnum miðbýin í Havn, har vit øll hava høvið at fylkjast og stuðla við LGBT á odda, sum er felag fyri samkyndum, tvíkyndum og transpersónum. Faroe Pride er árligt tiltak har samkynd, tvíkynd og transpersónar hava møguleikan at gera vart við, at eisini tey eru partar av føroyska samfelagnum og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt afturvendandi tiltak, ið heiðrar ymiskleikan hjá øllum føroyingum og setur fram ynski um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum. 

Felagið hevur søkt stuðul til eina lista- og vísundaframsýning við heitinum "Hvat er natúrligt?", og í morgun hoyrdust frá Nordisk Kulturfond tey gleðiboð, at tey hava valt at stuðla tiltakinum við 100.000 krónum. Enska yvirheitið á verkætlanini er "Diversity of the North" http://www.nordiskkulturfond.org/~/media/C16C7FABFD124207953DA14D7FDDD74A.ashx 
Eiler Fagraklett, sum er nevndarlimur í LGBT greiðir frá, at felagið hevur sent fyrispurning til rættiliga nógv føroysk listafólk um at koma við íkasti til framsýningina. Fyrispurningurin ljóðar: "Fyri at framsýningin ”Hvat er natúrligt?” skal gerast veruleiki, hava vit tørv á listfólkum, sum á sín egna listarliga hátt tolka sam- og/ella tvíkyndleikan hjá djórum í Útnorðri. Tað hevði verið okkum ein dyggur stuðul um tú sum listafólkum, hevði vilja skapt og latið eitt listaverk um hetta evnið til framsýningina hjá LGBT Føroyar í summar...". 

Endmálið við framsýningini er at upplýsa almenningin og at víðka um ta trongskygdu uppfatan, mong hava av, hvat normalur kynsligur samleiki er. Samstundis er endamálið at økja um tolsemi og stuðulin til samkynd og tvíkynd í Føroyum. Umframt framsýningina verður skipað fyri kunnandi kvøldum í nýumvældu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Fleiri fyrilestrar verða um evnið, sum hava samband við framsýningina Millum annað fer Turið Sigurðardóttir at at røða um samkynd í føroyskari bókmentasøgu. Kinna Poulsen fer at lýsa evnið: Samkynd og samkyndleiki í føroyskari list, og amerikanski professarin Mariah Schug fer at siga frá síni gransking við føroyingum og okkara tilveruliga virðisgrundarlagi.

(KP)