Googlar tú Carl Jóhan Jensen, fært tú 5750 "hits". Millum hittini eru fleiri, ið snúgva seg um ymiskar Jóhannar, og onkrir Carlar eru eisini, og so eru tað heilt nógv, sum eita Jensen, men bara ein Carl Jóhan Jensen. -There can be only one, so segði hann sjálvur Highlandarin. Sjálvandi eru fleiri greinar um Carl Jóhan at síggja, men vit máttu skrolla fleiri síður niður á googleleitisíðuni fyri at finna leinkju til okkurt á okkara egna listabloggi, sum beinleiðis snýr seg um Carl Jóhan Jensen og tað er for galið og tí er tað eisini gott, at lesa á portalinum, at Carl Jóhan Jensen fer at halda flaggdagsrøðuna í ár. Flaggdagin, 25. apríl, er tað enn sum áður Havnar Hornorkestur, ið skipar fyri flaggdagshaldi í Havn. Skrúðgongan byrjar klokkan 15, tá Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður frá Kommunuskúlanum oman á Vaglið, har Carl Jóhan Jensen heldur flaggdagsrøðuna. Flaggfundir hava verið á Vaglinum henda dag í 1941 og 1942, men so var ein steðgur til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók henda siðin uppaftur. Havnar Hornorkestur varð stovnað í 1903. Orkestrið er sostatt yvir 100 ára gamalt og eitt av elstu tónleikafeløgum í Føroyum. Havnar Hornorkestur vann evropameistarakappingina fyri hornorkestur (b-bólkurin) í 2004 og bleiv nummar 2. í 2006. Síðan 2006 hevur orkestrið ikki luttikið í nakrari altjóða kapping. Í 2011 varð Havnar Hornorkestur kosið best spælandi orkestur á Musikkstevnuni 2011, ið varð hildin í Norðurlandahúsinum. Dagliga húsast orkestrið í Íshúsinum, aftanfyri Reinsaríði og við síðuna av Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn. Vit gleða okkum til eina mergjaða røðu og kanska onkran øsandi militermarsj, tú nú nærkast 1.mai og 28 apríl og nú er nokk.
Mynd: Arnbjørn Dalsgarð.