Røðan á Vaglinum 25. apríl 2012
Lat meg siga tað beinanvegin: Hetta er ikki ein flaggrøða.
Og nú tað er sagt fari eg at leggja fyri við trimum minnisbrotum.
Tað fyrsta haðani av Vaglinum. Tað var einaferð tíðliga í trýssárunum. Eg var lágur í gøtuni enn. Hátíðardagur mundi vera, kanska var hetta á ólavsøku, kanska flaggdagin, ið hvussu er hevði okkurt hald hevði verið og fólk stóð í smáum trunkum oman eftir og niðaneftir. Hornorkestrið riggaði av undir tinghúsgalvinum. Grátt var í veðrinum. Tað sirmaði.
Sjálvur stóð eg saman við mammu míni á gongubreytini við endan á Tinghúsvøllinum. Hon hevði turriklæð bundið um høvdið sum tá var vanligt, var í grønum frakka og tosaði við eina konu sum hevði reiðrað okkurt, ikki ólíkt blomsturpotti, oman eina túgvu av gráum hári.
Tær tosaðu og tosaðu.
Tað fekk ongan enda.
Eg knarraði. Rykti í ta grønu frakkaermina.
Men best sum eg eri um at bresta av ótolni kemur ein maður gangandi tvørturvið. Og tað var ikki hvør sum helst. Hann var í fótsíðum kyrtli og akslaði fagurvovnað kápu við gyltum krossi á bakinum. Maðurin steðgaði á eitt andarhald, áðrenn hann hvistaði yvir um Vaglið.
Eg stardi aftan á honum.
Steinbilsin.
Tað var okkurt yvirmenskt við honum. Okkurt yvirjarðligt.
Men nei.
Guð kundi hetta nú ikki vera. Guð gjørdi sær ikki óneyðug ørindi niður á jørðina, hvaðna minni oman á Vaglið í Havn. Og Jesus mundi hetta heldur ikki vera. Jesus gekk ikki gráskallutur um geilarnar í svörtum hornbrillum og við brúnari leðurtasku undir arminum.
So frægt dugdi eg í bíbilsöguni.
Kortini var eg ivaleysur í at her birtist onkur fyri eygum mínum, sum hevði lyklavald ella í minsta lagi var skipari ella stjóri í erva. Kanska sankta Pætur. Kanska Paulus sum baptistarnir, segði pápi min, trúðu mest uppá av öllum.
Hvussu var og ikki.
Maðurin í kápuni hvarv niðan brekkuna millum apotekið og bókhandilin. Eg stóð eftir við fingrinum í munninum og teirri næstan ræðuligu vissu í høvdinum at ævinleikin og dýrdin húsaðust úti á Reyni.
Eg nerti við hetta aftur seinni.
Annað minnisbrotið er hálvt hundrað ár seinni. Á Hoyvíksvegnum ein dagin miðskeiðis í februarmánað í ár og ein skái í illveðrinum.
Uttan fyri mentamálaráðið hitti eg eina konu, ið eg kenni, og av tí at vit bæði hava undirvíst í føroyskum, hon kortini munandi longur enn eg, datt prátið sum vera man niður á málið og málstandin í samfelagnum, serliga hjá teimum ungu. Hon segði mær frá einum næmingi og næmingurin skuldi greiða frá eini smásögu um ein mann, hann misti konuna ella kanska var tað barnatrúnna, ið hvussu er var maðurin syrgin, segði næmingurin, ógvuliga syrgin og hevði eitt tómt blikk í høvdinum.
Ja, sig so tað.
Men eisini hetta skal eg taka aftur í aftur seinni, tí víða eru blikk tóm í hövdum hjá öðrum enn teimum, ið syrgja konu ella barnatrúgv í Føroyum.
Triðja minnisbrotið er ein ljósmynd. Eg datt fram á hana á fjasbókini eitt kvøldið her fyri.
Men hvat.
Ein ljósmynd er í sjálvum sær eitt minnisbrot og hendan myndin var av tilburðinum her á Vaglinum ólavsökudag 1930, tá ið ein maður, ein lúsaskarvur úr Kirkjubø, skrivaði Dimmalætting, tók sær fyri at skera danabrókina niður úr flaggstongini á tinghúsinum og heingja Merkið út gjøgnum galvvindeygað á loftinum í staðin.
Men eisini hetta komi eg aftur til.
Sum nevnt í áðni: Hetta er ikki ein flaggrøða.
Týska skaldið Berthold Brecht spyr í eini yrking frá tretivuárunum Til eftirkomararnar:
Hvussu eru tíðirnar vorðnar tá ið eitt prát um trø næstan er eitt brotsverk,
tí tað javngildir tøgn um so manga illgerð?
Gaman í liva vit ikki í so myrkum tíðum, sum tretivini vóru í Týsklandi, djevulskapurin fløðir ikki at okkum úr öllum ættum tjúkkur av yvirgangi og morðum.
Men vit liva í einum samfelag kortini, sum verður stýrt við snildum, við morðgírigum pretum, einum samfelag sum verður rænt. Har tey sum ráða og tey sum hava valt tey, ið ráða, og teir, sum so ella so hava keypt tey ið ráða, vilja breiða yvir fortíðina, alla fortíð bæði ta fortíð, ið fjarliðin er og ta sum nýliðin er: eitt nú árini undan og undir kreppuni í hálvfemsárunum. Vit liva í einum samfelag har samtíðin misjavnast av órætti, grammleika og líkasælu og framtíðin gáleyst verður strikað, pennastrok fyri pennastrok.
Ja, í Føroyum eru tíðirnar soleiðis nú, at ein røða á hesum degi, flaggdegnum, ið bert er orð um eitt flagg, ein slík røða er ein skarnsgerð. Kávalæti. Yvirhyljing.
Tí sigi eg enn og aftur: hetta er ikki ein flaggrøða.
Men lat meg nú taka aftur í minnisbrotini. Tað fyrsta, hetta av Vaglinum fyri hálvt hundrað árum síðani, sigur nakað um hvørjar hugmyndir vit skapa okkum av okkum sjálvum sum einstaklingar og samfelag og upp á hvørji kor vit gera tað. Ella sum ápostulin, áðurnevndi Paulus, skrivar í fyrra Korintbrævi:Onkuntíð gerast vit vaksin og mugu leggja barnaskapin av.
Tey orðini eiga føroyingar sum tjóð, tíverri, enn eftir at taka til eftirtektar politiskt.
Annað minnisbrotið, hetta um tað tóma blikkið í høvdinum, sipar til samanhangin millum avmarkað samfelagstilvit og mentunarliga, serliga málsliga útarming. Tað tóma blikkið í høvdinum ímyndar tað almenna innlitsloysið, tað moralska streymslitið, kraddið og ta sjálvsøknu hvørkisstøðu til so siga alt, sum ikki onkursvegna er seráhugamálum hent.
Í yrking síni til eftirkomararnar viðger Brecht samtíðarvaldið í Týsklandi, ta týsku fasismuna, hvussu samfelagið, við einum tómum blikki í hövdinum eftir hernaðarliga eyðmýking í einum veraldarbardaga, eftir innankríggj, búskaparligt skrædl, arbeiðsloysi, hungur og líðingar í fleiri ár, stig fyri stig verður yvirtikið av ósambæriligum valdi og fer av lagi, hvussu grundvirðini við málsnildum verða endurútlögd og einfaldað niður í egingirnd óttans, í tögnina og at enda vitloysið.
Í Føroyum, henda flaggdagin tjúguhundrað og tólv, ber valla til at tosa um vald sum so, heldur mis-vald.
Hóast misvald ikki er vald útint við vápnum og harðskapi, men við atkvøðuni hjá veljaranum, er tað alt tað sama ósambæriligt vald. Tá ið eg hoyri tað tala gjøgnum miðlarnar, gjøgnum upplýsingarfulltrúar hjá vinnuaðali og bankum, av tingi ella úr landsstýrinum, hoyri eg aftur og aftur høpisloysið grundgeva fyri sær sjálvum.
Høpisloysi, sigi eg.
Ja, høpisloysi.
Síðani lögtingsvalið farna heyst hava almennu umboðini fyri misvaldið í Føroyum, tann sonevnda samgongan, júka upp í saman at tey útinna síni embæti við heimild í fólksins vilja.
Tey eru vald.
Men vórðu tey vald tí tey hövdu rygg og samvitsku.
Nei.
Tey vórðu vald tí tey hövdu hvørki. Hvørki rygg ella samvitsku.
Tey vórðu vald av einum veljara, sum ongantíð vil ábyrgjast fyri nakað.
Einum veljara, sum vil hava alt í senn sjálvstýri og samband, høgra og vinstra, framburð og stillstøðu, vitan og ómakaleysa fákunnu, vælferð við öllum teimum tænastum, ið hoyra til, og samstundis skattalætta fyri fleiri hundrað milliónir.
Einum veljara sum var skakaður av húsaganginum í EIK-banka og seinni í Fiskavirking, men lítið innlit fekk og kanska heldur ikki brýggjaði seg um ella evnaði at fáa innlit í, hví og hvussu hesi bakköst komu.
Íðan hvat.
Eftir meiri enn trýss ár við heimastýri og donskum fíggjarveitingum var blikkið vituligvís tómt í hövdi veljarans.
Hann stóð eftir við fingrinum í munninum og einum tvørsagnakendum innbilningi um veruleikan, ivaleysur í at danski skattgjaldarin fór at fíggja tað, sum skattalætti mundi kosta í vælferð. Hann var jú so makaleysur, danski skattgjaldarin, eitt nú tá ið tað dró at endanum hjá EIK, tá steig hann niður úr skýggjunum ein klædningur í gullbrillum og við leðurtasku undir arminum og eitt, tvey so var bankin bjargaður og veljarin við. Hitt at ein drúgvur partur av bjargingini hekk á føroyingum sjálvum og tað at uppruddingin í EIK-banka átti at verið gjørd minst eitt ár áðrenn danska eftirlitið umsíðir legði uppí, ampaðist ikki fyri veljaranum.
Verri enn so.
Hann valdi aftur í tí treysti at danskurin borgar fyri vælferðina, hvussu víkir og vendir. Men mongum brestur ætlan.
Danska stjórnin skoytti ikki um at fíggja ein skattalætta í Føroyum tá ið samanum kom.
Umboðini, ið veljarin valdi til at útinna sítt misvald, samgongan sum sagt, hövdu annað í kvittanum enn at kæra seg um vælferð hansara. Tey fóru tvørturímóti miðvíst í holtur við at rigga vælferðina av eftir høgrarótøkum leisti.
Undir tí yvirlæti at landskassahallið fyri alt í verðini má minkast, verður jabbað og jabbað um sparingar.
Tað almenna verður spart inn á bein.
Hetta rópa tey upp á umskiping og fullnýting, men í royndum styðja sparingarnar beinleiðis og í stórum upp undir spillingina í samfelagnum, henda frammanundan alt ov rótfasta og útbreidda arvan.
Stovnar sum eru bráðneyðugir til at skapa samfelagnum vitan og kunnleika um seg sjálvt, um búskapin og onnur átrokandi viðurskifti, tak t.d. Landsbankan, verða annaðhvørt avtiknir ella lamskerdir.
Ráðini í landsfyrisitingini, eitt nú fiskimálaráðið, ið átti at røkt áhugamálini hjá samfelagnum sum heild t.d. í sambandi við tilfeingið, virkar í staðin sum ein tænastuveiting til vinnuaðalin, til nakrar skammleysar ríkiskroppar, sum ætla sær alt upp á sínar treytir við teirri grundgeving at teir vórðu fermdir við sjóráma upp í nasarnar og tískil eru heimastýrisins útvaldu á jörð.
Tað gav at bíta henda dagin tá makrelurin kom til skiftis.
Samfelagið, sum eigur tilfeingið, fær bert ein miskunnarbita av tí sum tað er vert, eitt naturskursl.
Restina, bróðurlutin fær vinnuaðalin, fleiri hundrað milliónir og bankarnir, hesir sfinksarnir á fíggjarmarknaðinum lata miðlafulltrúar sínar nikka tigandi, hvør skal siga: Hetta er vit og skil.
Hartil kemur at tey, sum veljarin seldi seg í hendurnar á í heyst, rættiliga hava fingið samfelagið í stríð við seg sjálvt teir krákumánarnar tey hava sitið í samfelagsrongini.
Ójavnin veksur, ein gjógv opnast millum tey, ið hava og fáa, og tey, sum lítið eiga og tikið verður frá.
Og spillingin dregur upp í seg aftur eins og makrelbýtið vísir.
Líkindini til eina framtíð í Føroyum hjá tí uppvaksandi ættarliðnum fækka.
Fleiri og fleiri velja at flyta av landinum við alla og tey sum húka eftir yppa öksl, draga líkasæluna fyri öll vindeygu og ötast í mesta lagi tá ið onkur bannar í barnaútvarpinum.
Samgongan og hennara næstu, vinnuaðalin og bankarnir, kunnu saktans breiða upp á seg, kunnu skylda alt, sum illa fer upp á onnur, ikki síðst fjölmiðlarnar (t.d. skal skattalættaójavnin vera okkurt, sum blöð og kringvarp hava billað fólki inn) og ber ikki til at skylda upp á fjölmiðlarnar, so er lagamanni at kenna óráðiligum viðurskiftum í útlondum um ella hava tey sum ivast ella finnast at til hólgar fyri seg, fakfelagsumboð, frøðingar, mentafólk og kanska, hvør veit, einligar mammur og enntá tey samkyndu.
Har sum blikk eru tóm í hövdinum ber so mangt til.
Men nú til triðja minnisbrotið.
Hetta tá ið danabrókin á sinni varð skorin niður úr flaggstongini á tinghúsinum og Merkið hongt út gjøgnum galvvindeygað á loftinum í staðin.
Fyri hann, lúsaskarvin sum Dimmalætting skírdi hann, ið kvetti flagglínuna ta ólavsökuna í 1930 var tað sjálvsagt, hvat Merkið hevði at týða. Tað umboðaði eina hugssjón, eina hugmynd av Føroyum sum sjálvstöðugt land, sum eitt samfelag við eini framtíð, eitt samfelag loyst úr tí spillingarhafti, ið útlendskar fíggjarveitingar óumberliga eru (og tey sum ivast áttu at lisið bókina Deyðans stuðul eftir afrikanska fíggjarfrøðingin Dambisu Moyo).
Góðu fundarfólk, mínir forbannaðu samsvíkar.
Eg spyrji hvørjum ætla tit at Merkið skal flagga fyri í hesum tíðum, tá ið tey fýra opinberingarrossini: spilling, grammleiki, misjavni og skammloysi fara dundrandi gjøgnum samfelagið, kleyra vælferðina upp við hógvum sínum, hekla fyrisiting og vitanarstovnar undir, fretandi á allan sóma og alla samhyggju?
Hvørjum skal merkið flagga fyri, nú tey ungu velja Føroyar frá og rýma?
Hvørjum skal Merkið flagga fyri, tá ið almennir fjølmiðlar verða tiptir og einans bergmála høpisloysið grundgeva fyri sær sjálvum, einans líkasæluna hjá veljaranum, tey tómu blikkini í hövdunum.
Hvørjum skal Merkið flagga fyri, tá ið fyrilitsloysið hjá vinnuaðali og fákappingardrotnum á fíggjarmarknaðinum hava sviðið okkara framtíðarjørð av?
Hvørjum skal Merkið flagga fyri, tá politikkararnir hóra saman av fáfongdini einsamallari í sínum endaleysa klandri um, hvør ið eigur heiðurin av tí, sum eingin teirra hevur avrikað.
Ja, eg spyrji tykkum, hvørjum skal Merkið flagga fyri og eg endurtaki: hetta er ikki ein flaggrøða.
Røða: Carl Jóhan Jensen
Mynd: Tóroddur Poulsen