Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, og Hildigunn Eyðfinsdóttir sýna filmsinstallasjónina LEJLIGHEDSMINDER í Keypmannahavn
Tíðindaskriv:
Frá mikudegi 25. apríl til hósdagin 3. mai verður filmsinstallasjónin LEJLIGHEDSMINDER hjá møðgunum Katrini Ottarsdóttir og Hildigunn Eyðfinsdóttir sýnd í fyrrverandi tappihøllini Ny Tap á Carlsberg í Keypmannahavn.
Hildigunn hevur skrivað handrit og tekstir til filmarnar í installasjónini eins og hon er einaleikari í øllum filmunum. Katrin hevur leikstjórnað og tikið upp.
Installasjónin
LEJLIGHEDSMINDER er uppbygd sum ein íbúðarpallmynd, har fimm stuttir filmar koyra í ring í hvør sínum. Hvør filmur er um eina ung kvinnu, sum verður órógva í sínum gerandisdegi av óunniligum barnaminnum, sum troka seg inn á hana og yvirtaka sinni hennara.
Sum áskoðari kanst tú ganga úr einum rúmi í annað, og tú gert sjálv(ur) av í hvørji raåðfylgju tú hyggur at filmunum, og um tú vilt síggja teir í brotum ella í fullari longd – og hvussu ofta tú hyggur at hvørjum filmi. Filmarnir eru í hvør sínum rúmi, men ljóðið frá øllum filmunum hoyrist alla tíðina allastaðni, og við tað, at filmarnir eru ymiskir til longdar, er upplivingin øðrvísi, hvørja ferð tú kemur aftir til eitt av rúmunum.
Ljóði og øðrum tekniskum arbeiðið hava Henrik Jensen og Hugin Eide staðið fyri.
Stuðulsgrunnurin hjá Danske Filminstruktører hevur veitt stuðul til uppsetingina.
Myndir og videobrot
Myndir og videobrot úr filmunum er at síggja á http://www.lejlighedsminder.sk/
Hvar og nær
LEJLIGHEDSMINDER verður víst á NY TAP, Carlsberg, 25. april - 3. maj 2012, hvørt kvøld kl. 19-22.
Atgongumerki: 50 krónur, lesandi tó einans 30 krónur.
Vín, øl og sodavatn fæst eisini fyri bíligan penga.
Hildigunn og Katrin verða til staðar øll kvøldini, tó ikki leygarkvøldið 28. apríl.
GG! Lejlighedsminder er ein sterk og óunnilig uppliving og er tí ikki er egnað fyri børn.
Sýningar áður
Partar av LEJLIGHEDSMINDER hava verið vístir á filmsstevnum í Lübeck í Týsklandi, og í Frederikshavn í Danmark umframt í Norðurlandahúsinum á føroyskum filmskvøldi í 2010.
Í teimum førunum hava filmarnir verið vístir á vanligan hátt tvs. í biografsali. Á komandi sýningunum á Carlsberg verða filmarnir fyrstu ferð vístir, sum teir eru ætlaðir: sum ein installasjón.
Gott ummæli
Eftir sýningina í Norðurlandahúsinum, skrivaði tann (ofta) kritiski Høgni Djurhuus í Sosialinum:
”Ósmurd realisma. Hesir báðir fyrstu [filmarnir] eru sannar filmsperlur. Frálíkar søgur, framúr væl sagdar á einum miskunnarleysum myndamáli, ósmurd realisma, einki uttanumtvætl, einki jólapynt. Júst soleiðis er tann góða, tann veruliga filmslistin.
Søgurnar í hesum báðum filmunum hjá møðgunum eru so erindarleysar, klaustrofobiskar og kompaktar, at tú fært ilt í sinnið av teimum. Frásøgnin er so neyv og intim, so skitin, kynisk og kortini empatisk. Sum sagt, ósmurd realisma.”
Um kvinnurnar aftan fyri Lejlighedsminder
Katrin Ottarsdóttir er útbúgvin filmsleikstjóri á Den Danske Filmskole, 1982.
Seinastu longu filmar hennara eru protrettfilmarnir Sporini vaksa úr orðum (2010) um Jóanes Nielsen, Ein regla um dagin má vera nokk! (2008) um Tórodd Poulsen, og Eingin kann gera tað perfekta (2008) um Hans Paula Olsen. Áður hevur hon skrivað og leikstjórnað spælifilmarnar Bye Bye Blue Bird (1999), Maðurin ið slapp at fara (1994) og Atlantic Rhapsody (1989).
Hildigunn Eyðfinsdóttir hevur síðani 1997 verið partur av altjóða performance-sjónleikarabólkinum Remote Control undir leiðslu av belgiaranum Michel Laub. Hon spældi annan høvuðsleiklutin í filminum Bye Bye Blue Bird (1999), og hevði fleiri leiklutir í 8 tíma langa stummfilminum Finnegans Wake, sum donsku listamenninir Christian Lemmerz og Michael Kvium gjørdu í 2000. Nýliga hevur hon spælt saman við ensk-danska performancebólkinum Wunderkammer.
Ymisk leinki:
http://www.lejlighedsminder.dk/
http://www.bluebirdfilm.dk/
http://hildigunn.dk/