Valið og valdið er heiti á nýggjari bók, har 17 ymsir frøðingar greina løgtingsvalið út frá ymiskum sjónarmiðum. Bókin er rættiliga óvanlig og ikki bert orsakað av teimum mongu frøðingunum, sum eru savnaðir á einum staði. Tað er heldur ikki oftari enn so, at vit síggja greiningar av samfelagsevnum úr einum samtíðarligum sjónarhorni. Ein av frøðingunum er listfrøðingur, tað er Inger Smærup Sørensen her á blogginum og hon skrivar um mentan og list í valinum og um raðfestingina og viðgerðina av mentan hjá teimum ymisku flokkunum.
17 fólk - samfelagsfrøðingar, hagfrøðingar, búskaparfrøðingar og onnur - greina løgtingsvalið tann 29. oktober í ár. Við hesum grundarlagnum royna ritstjórararnir Høgni Reistrup og Stefan í Skorini at varpa ljós á, hví úrslitið varð tað, tað varð í nýggjari bók, sum Sprotin gevur út.
Hvussu realstisk vóru vallyftini? Hvørjar vóru loysnirnar at fáa okkum burtur úr búskaparliga aldudalinum? Hvussu verður tað fatað, at floksformenn avgjørdir undir valdystinum og eisini valkvøldið siga tvørt nei til pening úr Danmørk, og vikuna eftir siga ja?
Valið og valdið skørar í nógvum áhugaverdum spurningum og er ætlað at fáa fólk at tosa um løgtingsvalið – á arbeiðsplássum, útbúgvingarstovnum, við hús. Bókin letst ikki hava endalig svar og endaligar loysnir, men fer undir at lýsa stóru spurningarnar miðvíst.
Sjálvt valið er av á hesum sinni, men nú er arbeiðið eftir, og kjakið hevur langt frá lagt seg um tann politikk, ið nýggja samgongan hevur sett sær fyri at føra. Er flatskattur sosialt rættvísur? Fer nýggi fiskivinnupolitikkurin at sleppa kravinum um lívfrøðiliga burðardygd? Fær tiðnaði blokkurin okkum at smelta uppaftur meira saman við Danmark? Og er tað veruliga fólksins ynski?
Politikkur er ein løgin stødd, sum stendst av ósemjum og loyvir sær at ganga ímóti tilráðingum frá serkunnleika til tess at gera samfelagið so gott at liva í sum til ber! Tað vilja øll, men maður skal helst verða valdur aftur á ting, og hvussu verður tá sneitt av hæli og høgt av tá til tess at passa skógvin?
Soleiðis er politikkur ein andsøgn, sum livir sítt fríska lív. Fiskifrøðingurin og sjómaðurin bresta javnan saman, búskaparfrøðingurin og lærararin dystast um búskaparliga mekanismur, samfelagsfrøðingurin og postmaðurin dystast á einum palli, har leikmaðurin mangan hevur meira at siga enn tann yrkiskøni. Soleiðis er politikkur, hann er ikki vísindaligur, hann kann ikki altíð lurta eftir serfrøðini, tí tað kann hava ta vanlukkuligu fylgju, at politikarin, ið virkar eftir skilagóðum tilráðingum, sleppur ikki inn aftur á ting.
Bókin er 258 blaðsíður og kostar 198 krónur. Bókin kann keypast á heimasíðuni hjá Sprotanum og kring landið.