Sunday, December 4, 2011

Endurtøkur

4.


Tað einfalda blívur brádliga

komplicerað.

Tú veit, tað sum á føroyskum eitur

fløkt, torskilt ella innviklað.



Innviklað?



Jamen, er komplicerað tað sama sum innviklað?

Kann mann siga innviklað á føroyskum?



(Kann mann siga kann mann?)

Kann mann eita Kampmann?



Orðabók!



Ha? Onki innviklað?

J.H.W.P v.fl.! - Hvar er orðið, sum eg leiti eftir?

(Eftirnavnið má eg Googla)

(Googla? Er tað loyvt at gera navnorð um til sagnorð? Eitur tað, “broyta navnorð til sagnorð”, ella eitur tað “gera navnorð um til sagnorð”? Skal “um” vekk (burtur?) Og hvussu er tað nú tað eitur, tá mann ger navnorð um til sagnorð, (ella hvussu tað nú eitur?) Substantialverbum??? í einum ella tveimum? Harraguð!

Note to self: Ring til onkran og spyr, ella skriva til Føroysk rættstaving á Facebook

Eg finni: Innvik, innviki, innvoli, innvortis etc. (o.s.fr.) Onki innviklað :( CENSURERA!!. (Censur? Sensur? )

Jaaaa! Mann kann siga sensur. Men kann mann siga mann, ella er tað meir rætt í mun til javnstøðukjakið at siga ein ella eg? Og, hvussu var tað nú tað var? Hevur mann eitt ella tvey n?

Ok, tað hevur tvey n, tá mann t.d. kann siga eg, ein í staðin. So far.

Hví tramin ivist eg altíð í mann og framm, - altso akkurát upp á sama máta sum mann, ein, og eisini eg ofta ger (i) (uttan ð), í mun til handan irriterandi ð feilin í hvørjumfallið? (Nei tvætl, eg lúgvi alt. Eg veit væl at hvørjumfall í hvørjumfalli IKKI hevur ð ;)

Orð, sum av mystiskum

(kann mann siga mystiskt á føroyskum? Ja, tað kann mann, men mann kann eisini siga: Duldarfullur, dularfullur, gátuførur, loyndarfullur, óskiljandi, løgin.

Eg velji mystiskum. Tað ljóðar so gátuført og sofistikerað. Uhhh!

Softistikerað?

Nei. Mann kann IKKI siga softistikerað á føroyskum. Men, harafturímóti kann mann siga raffinerað? Tað gevur als onga meining, at raffinerað er loyvt, tá sofistikerað ikki er loyvt, men tað stendur altso sólaklárt á síðu 663.

- Ordan! Í staðin fari eg at velja ímillum framkomið ella listafínt (listafínt uttan “r”))

orsøkum (ávum? Orsøkum? Ávum? ) fáa meg at hugsa um sjúkur.

(Hygg! - Nú byrji eg at hugsa um sjúkur.

Sjúkur ljóða nógv vemmiligari á føroyskum enn á donskum. Ella á latíni. – Hví gera tær egentliga tað?

(Egentliga? Nei. Den går ikke, Sofie, ella mín nýggji favorittur (mítt nýggja yndis?) : Nixen, bixen Karen Blixen. - Takk bróður! (bróð ir?))

Hugsi um sjúkur av at hyggja í eina orðabók.

Av at granska móðurmálið.



Bundið hevur bundið ð!

Er móðurmálið bundið? (Altso sum í bundið?)



- Av at royna at læra meg at seta orðini rætt saman.

Av at royna at vera korrekt. (rættur, beinur, lýtaleysur, korrektur. Røtt, bein, lýtaleys, korrekt)



Korrekt er hervið accepterað = góðtikið.



Av undirlutakenslu fyri málinum,

las eg í eini orðabók,

- og bleiv sjúk.



Hvørja sjúku fekk eg, hvørja sjúku skal eg velja, og hvussu verður hon viðgjørd? - Her er frítt val. Tað er tað geniala við fiktiónini. (Og jú, mann (ein) hevur loyvi at siga :Tað geniala við fiktiónini sambært orðabókini. Slut.)

Eg velji Tb. Altso ikki fótbóltsliðið, men tuberklar. Simpulthen. Ella pokur. Tað ljóðar so deiliga mergjað og føroyskt og farligt/vandamikið.

Men hvat eru pokur egentliga? (í veruleikanum?)

Leiti og finni.

Ok. Pokur er koppar, smallpox, Variola á latíni, og har stendur skrivað, at mann (ein) ikki má taka feil av smallpox og greatpox ,og so í parantes (í klombru) (Tvs. er tað sama sum) : Syfilis. Áh, nei.

Og eg finni ikki Gomul føroysk heimaráð. Og eg eigi heldur ongan edikk at koyra í tær ullintu hosurnar, meðan eg sovi, ella bond at binda um fingurin, ella dálar av eggið (eg tvætli framvegis við hvørjumfalls eddinum) at leggja á eyguni, ella steinar at renna rundanum (runt um?) meðan eg rópi gandaramsur út í bláan heim. (Sannlíkindi (fyri mjørka) eru stór fyri mjørka. Mjørkaflókum. - Eitt vakurt orð.)

Innbilt sjúk. Kann mann siga innbilt?

Nei. Ikki sambært J.H.W.P.

Men hov. Her stendur: Billa sær inn osfr. og so (síðan?) (við i? Nei. Ha?): INNBILNINGUR. Sodan! (eitt ella tvey “l”? Eitt! (haldi eg))

Sodan? Nei, soleiðis.

OG soleiðis er tað.

Og tað er í veruleikanum líkamikið, tí eg havi ikki Tb. Hvørki fótbóltsliðið ella tuberklar. Tað hevði Jørgen Frantz. Altso ikki fótbóltsliðið, sjálvt um TB (fótbóltsliðið) var átta ár, tá Jørgen Frantz var føddur, og enn er á lívi, (altso TB), men tuberklar. - Tb, Lungnatuberkulosu, og hann doyði av sjúkuni í 1938. - Neyðars Jørgen Frantz.

Eg havi heldur ikki pokur. Hvørki stórar ella smáar, Guð (Hygg, sjálvt Guð hevur ð, og onkur sigur, HANN er eitt verbum. - Eitt sagnorð: At fyrigeva, at elska, at lekja, at fevna o.s.fr.) náði tú meg!

Men komplicerað er alt av fananum til (er loyvt at banna í sama teksti sum Guð stendur í? (er í?)), og als ikki (slettis ikki, slettsje?) einfalt. Nei. Nein. Einfach nein. Einfach einfalt komplicerað.

(SK)