Sunday, December 11, 2011

Endurtøkur

11.

*

Missi bókina úr hondunum. Glíður. Rakar gólvið.
Stari inn í svørtu skuffurnar, eg málaði fyri fleiri vikum síðan. Her luktar enn
av terpentini.

Eg telji eina skuffu, tvær skuffur, tríggjar skuffur, fýra skuffur, fimm skuffur, og eg veit, at tær eru fullar av óskrivaðum brøvum.

(Tí hondskrivaði brøv skrivi eg ikki longur, og havi enn ein longsul listaðan á listanum. )

Tú ringir um morgunin. Tú ringir, tá morgunin stendur á gáttuni til morgunin.

Tú tosar við meg millum svøvnin og vitið, og
eg minnist ikki við minninum, hvat eg svari. Men tað ger onki, tí í hesum tímaunum, er tað er ikki eg sum tosi. Tá eg vakni, veit eg ongantíð, hvørjum landi eg eri í.

Men eg hoyri meg sjálva endurtaka orð ímillum meg og meg. Umskapa tey til setningar. Bara okkara. Ja. Bara okkara. Er tað ikki? Er tað ikki loyndarfult og vakurt? Er tað ikki serligt?

Jú kom, Kom lat okkum skapa okkara egnu verð. - Okkara egnu mytologi. Okkara egnu ynskir/sorgir/longslar/vónir/dreymir/framtíðar/vónir, og ja. Lat okkum endurtaka tað, sum var orðað fyri túsundvís av árum síðani. Og kom. Lat okkum blíva útlúgvaði. Troytt, so tað etur okkum upp. Tí. - Tí. - Tí onki er so syrgiligt, sum tað, at missa vónina um kensluna av at hava eina vón.

Tí eru okkara orð. Ja, okkara setningar eyðkendir. Tryggir. Djúpt, teskandi endurtiknir við aftulaftnum eygum. Við heitari øði. Og húð. Við
húð undir bummullini, messa vit teir skiftivís niður í túsund kilometur langa kápulin, sum bindur okkum saman.


Á ferð eru vit. Eru vit. Oman gjøgnum brøttu trappurnar. Á, ja. Á ferð. Á endurtiknari ferð.

Og nú er fullmáni. Svønloysi. Reyðir skógvar, ganga eftir gráa vegnum, og teir klikkja ikki tríggjar ferðir við hælunum Fyri mær, fyri tær. Ella fyri okkum.- Og tað ger onki. Tí Guð uttan edd er náði. Hann gongur aftur og aftur. Sum eitt spøkilsi gjøgnum mínar veggir gongur hann afur. Og framm. Gongur hann. Gongur hann. Gongur hann. Aftur.

(SK)