Wednesday, December 28, 2011

Sparingar á savnsøkinum


Á fíggjarlógini komandi ár verður skarvaður ein triðingur av almennu veitingini til Sjósavnið á Argjum. At ein so lítil upphædd sum 100.000 krónur yvirhøvur ger nakran mun nakra staðni sigur so mikið sum, at Sjósavnið í stóran mun man vera myndað av góðum vilja og nógvum tímum av sjálvbodum arbeiði. Eg skilji væl, at vit øll skulu spara, tí so má vera í ringum tíðum. Men ein landsveiting til eitt savn uppá 300.000 krónur er framman undan so mikið lítil, at tað als onga meining gevur at minka hana. Eg havi sjálv verið við soninum á Sjósavninum og hugt og forvitnast og lært. Sjósavnið er sum kunnugt á sama hátt sum øll okkara søvn grundleggjandi partur av einum vitanarsamfelagi og er tað nakað vitanarsamfelag, sum eigur at formidla og dyrka áhugan fyri sjógvi og sjóarlívi, so er tað okkara.