Thursday, December 22, 2011

Endurtøkur

Tá tað er nátt.
Gongur hann
inn ígjøgnum dyrnar
í afturvendandi
dreyminum.
Um teg.

Í dreymum,
har eg einfalda,
traðki við varsemi
við fótum mínum,
eitt fet, tvey fet, trý fet, fýra fet.

Einføld fold fyri fótum mínum.

Endurtaki.

Eitt fet, tvey fet, trý fet, fýra fet.

Eg, einfalda.
Foldin er undir mær.
Foldini komi eg úr.
gangi á einfaldari fold.
Traðki á foldina.

Bróti minnið.

(SK)