Wednesday, December 7, 2011

Endurtøkur

7.


*
Og eg renni
eitt fet, tvey fet, trý fet, fýra fet.

Endurtaki.
Endurtaki.

Og Guð við edd
er kærleiki,
náði,
fyrigeving,
tolmóð,
og
nærleiki.

Eg slái meg sjálva í høvdið.
Eina ferð, tvær ferðir, tríggjar ferðir.
Havi ein løgnan vana við at rópa hart
inn í køliskápið,
tá eg minnist.

Lukturin av patchouli,
forfylgdi mær alla náttina.
Men, eg fann hann ikki aftur
á nøkrum hálsi.

Eg havi eitt arr á vinstru síðu á
pannuni.
- Eg datt tá eg var lítil.
Men eg síggi tað ikki longur.
Tað hvarv, tá eg var fimmogtjúgu.
Ár.

Men eg síggi í brotum teg.
Royni at rista teg av mær,
sum ein irriterandi moyggjabita,
sum ikki loyvir mær at endurtaka
tað, eg var áðrenn.

Tí eg vil.

Um dagin, tá tað er ljóst.
- Skerandi ljóst,
síggi eg gráu vegirnar,
teir leingi hava ætla at breiðka,
so lívini og dreymarnir
fáa meir pláss.

Eg síggi gráar toppar á aldunum.
Likkan á lyktapelanum er esini grá.
Eg síggji onki, eg tími at síggja,
og lati eygini aftur.
Vendi andlitið móti vindinum.

Patchouli, patchouli.

(SK)