Torskiltu endurtøkurnar
fluttu seg nú
eina løtu
burtur frá okkum.
Úr okkum.
Úr kroppunum,
úr vitunum,
sum mistu mørkini.
Flutu út og inn.
Í og úr forboðnum rúmum,
teir ikki kendu.
Út.
Út gjøgnum vindeygað,
har vit sótu og hugdu út.
Út millum droparnar.
Út til blinkandi reyð, bláa skeltið.
“Opið”,
skein á skínandi, svarta asfaltinum.
Sleptu takinum.
Kvørkratakinum,
eina lítla,
nærum ómerkiliga løtu,
og alt
steðgaði.
Ryktu í allari síni einkultheit
alt
sundur.
Hárið var turt.
Lótu vindin koma inn ígjógnum vindeygað.
Lótu orðini og tankarnar fara út
Út gjøgnum vindeygað.
Út í váta, kalda eyðkenda stillið,
sum bert finnist
í kjarnuni
á
ódnarverðrinum.
(SK)