Saturday, December 17, 2011

Endurtøkur

17.

Upp úr rúgvuni á gólvinum vaksur eitt træ. Nøvnini skorin í børkin standa lið við lið. So tætt, at tey nærum standa omaná hvørjum øðrum. Fella saman í eitt kent navn. Svørtu greinarnar við grønum bløðum vaksa inn í veggirnar, út gjøgnum veggirnar, upp ígjøgnum loftið, út gjøgnum takið. Út.


Eg síggi tungar fruktir hanga á greinunum. Tungar fruktir. Eg fari nærri. Hyggi og undrist. Kenni tær ikki aftur. Havi eg smakkað tær fyrr?

Taki eina av trænum. Hon sleppur takinum uttan mótstøðu. Liggur nú tung og myrkt lilla í hondini. Bleyt sum floyal. Rund. Skínandi.

Brádliga síggi eg. Fuglurin flýgur. Flaksar kvikur út gjøgnum lítla vindeygað í vitinum. Hurðin stendur víðopin. Uppvaskivatnið rennur skjótt og skitið út gjøgnum frárenslið. Bussurin steðgar harðliga. Missi pelshúgvuna úr hondini. Trýsti innvølirnar inn aftur í búkin. Leggi pannuna móti ísakalda, fuktiga rútinum. Landslagið strýkur framvið.

Minnist gráa vegin, kava, likkuna, topparnar á aldunum, orð, sum ikki kunnu takast aftur. Vandan í býarinnar útjaðara. Brot úr sangum, eg helt eg hevði gloymt. Søta smakkin av køldum. Lati eyguni aftur, tá sannroyndin rakar meg.
Eg kenni fruktirnar sum systrar og brøður. Tær fylgja mær nátt og dag. Geva mær ikki frið eitt minutt av degnum. Sova saman við mær í náttini. Í gummistyvlum og ullintum troyggjum liggja tær tætt upp at mær, sum sjólætnir sjómenn. Dríva av søltum sjógvi. Olmussur, sum ikki vóru hoyrdar. Mínir trúgvu fylgisveinar. Ein forlongdur partur av kroppinum.

Tær eru alt tað, sum stóð uttanfyri. Atanfyri afturlatnu hurðarnar og vindeyguni. Hugdu altíð inn. Aldri út. Tær eru alt tað, sum ikki rúmaðist við borðið, har vit sótu í hitanum, og tosaðu um ringrásir, meðan vit hugdu út gjøgnum lítla vindeygað. Einføldu ringrásirnar av tíð, menniskjum, flóð og fjøru. Av siðum, virðum, myrkri og ljósi, orðum, monnum og kvinnum. Av feilum. Av ringari samvitsku. Av longsli, av øllum tí, vit angra. Av boygdum høvdum. Av vátum. Hevur Guð við edd gloymt okkurt. Uttanfyri?

(The word monster derives from Latin monstrum an aberrant occurrence, usually biological, that was taken as a sign that something was wrong within the natural order. A monstrum is a sign or potent that disrupts the natural order as evidence of divine displeasure
The word connotes something wrong or evil; a monster is generally morally objectionable, physically or psychologically hideous, and/or a freak of nature. It can also be applied figuratively to a person with similar characteristics like a greedy person or a person who does horrible things.)

Og eg veit við eitt, at tær er bundnar sum báturin í myrkrinum. Í bølamyrkri. Liggja í vindi og regni, fremmandar og kaldar millum allar hinar bátarnar, sum liggja tvungnir á rað og bíða, til teir vera tiknir út, sleptir leysir aftur á havinum eftir endaleysu náttunum, døgunum, tímunum, minuttunum, sekundunum, sum ongan enda tóktust at hava. Út har fuglurin letur. Út har sólin skínur sterkari enn nakra aðra staðni í allari verðini. Út har frælsi kennist millum fingrarnar, í munninum, á varrunum sum ein farri av salti og vætu. Út á villu víddirnar. Tær liggja á rað sum sletuhundar. Dovna millum hvønn annan, meðan longsulin eftir aftur at sleppa at renna eftir blonku kavaflátuni ósjónliga fær heita kroppin á teimum at rista aftanfyri feldin. Í eygunum sæst ótolni og rastloysi eftir at sleppa avstað, fúka framvið í hvøssum skotum: Ein skuggi, sum ger tey myrk. Av og á lyfta teir høvdið. Vísa tenn. Sleikja sær um kjaftin og snodda við høvdinum afturá. Snodda, lukta, hvønn veg, vindurin ber. Longsulin glitrar í eygunum á teimum sum lítlar, gløðandi eldkúlur, sum ikki hoyra hesari tíðini til, og keturnar, sum binda teir, tær ringja sum klokkur, tá tær skava yvir steinarnar. Ótolnir, ótamdir í tamda, tolna villskapninum. Teir strekkja labbarnar, og leggja teir yvir kross. Bíða. Endurtaka.

(SK)