Saturday, December 10, 2011

Endurtøkur

10.


(Guð við edd er miskunn)
Andadráttur og pulsur.
Sum í óró.

Snarljós glitra og glampa í vindeyganum.
Glasið ristir við mær.
Hendurnar finna av sær sjálvum
aftur til gamlar vanar.
Inni í tær.
Seinastu ferð.
Eg gangi eftir brúnni,
eru smáir hyljar á henni.
Teir vaksa og blíva sjógvur.
Flóta út. Runt hav.
Røkka so langt,
fevna alla klótuna,
uttan at renna útav
kantinum.
Tað, sum stóð uttanfyri.
Er hálvt inni nú.
Larmurin frá tí sum var,
doyvandi.
Gerandisdagurin er ikki ein møguleiki.
Longur.
Kalt, vátt stál í vinstru hond.
Tín í høgru.
Veit, at eg ikki fari at endurtaka
ferðina við kroppi og eygum.
Men endurtakandi at endurtaka
hana í minninum.
Minnið brotnar.


(SK)