Monday, December 12, 2011

Endurtøkur

12.

Og nú. Beint nú!

Nú. beint nú.
Krevji eg at fáa tað aftur,
sum er mist.
Eg vil
endur taka tað,
sum var tikið.
Endur taka.
Taka aftur.
Endurvinna.
Vinna aftur.
Tað, sum er mist.
Men eg vil ikki endurtaka.
Taka aftur
tað,
sum eg ikki vil
endurtaka.
Vil ikki endur vinna.
Vinna tað aftur,
sum eg ongantíð
vann.

(SK)