Wednesday, December 21, 2011

Endurtøkur

 21.

Guð við edd gongur aftur.
Og fram. Aftur og fram. Aftur.
Innast, innast inni, inni, inn at, innarlaga, inn um.
Inn gjøgnum mínar veggir.

Guð við edd er styrki.
Togar meg enn einaferð
upp av gólvinum.
Turkar vátu skógvarnar yvir hitanum
frá loganum.
Ristir við høvdinum at óruddinum á gólvinum.
Tekur linealina upp úr lummanum.
Mátar.
Rættar alt tað skeiva til.
Letur vindeygað upp.
Rópar hundarnar inn úr vindinum.
Gevur teimum vatn.
Loysir keturnar.
Loysir samanvoksnu limirnar,
samanvoksnu gerandisdagarnar.
Loysir endurtakandi tankarnar
frá kroppinum.
Endurtakandi feilirnar
frá samvitskuni.
Ringir eftir elektrikaranum.
Biðjur hann binda káplarnar rætt saman.
Eftir VVS manninum,
sum reinsar og rættar frárenslið.
Eftir kvinnuni, sum flættar tey bæði saman.
Og eftir kvinnuni í reyðum skóm,
sum klikkir tríggjar ferðir við hælunum
fyri okkum,
sum síggja óttan fyri tí,
ið stendur uttanfyri
hvørva við roykinum
frá bálinum á gólvinum.
Við bláu ballónini yvir trøunum,
har vit brendu av fyrstan tíð.
 
Guð við edd gongur aftur.
Og fram. Aftur og fram.
Aftur.

(SK)