Friday, December 23, 2011

Endurtøkur

Gangi gjøgnum garðin.
Eg telji fetini sum klikkja
á einføldu foldini.

(Eg, einfalda gangi ikki 
einsamøll.)

Guð við edd er í jørðini.
Hann er í trøunum,
sum vaksa mótí himmalhválvinum.
Hann er í svørtu greinunum,
sum rætta armarnar gjøgnum heilt.
Hann er røturnar,
sum festa lívið
í gløðandi kjarnan 
á jørðini.
Hann er í børkinum,
sum eg taki myndir av,
fyri ikki at gloyma nøvnini
á teimum, 
sum vóru,
eru 
og á teimum, sum
koma.

Guð við edd er náði.
Loftar olmussuni,
áðrenn hon dettur í lógvarnar
á dýpinum.
Áðrenn gráa likkan
flýgur yvir silvuraldum,
tjóraðum bátum
og 
ótamdum hundum
ein regnvátan, tungan dag..
Áðrenn beinini verða krossaði.
Áðrenn hárið streyfar borðið.
Áðrenn vit venda ryggin til.

Guð við edd er handalag.
Hann turkar hárið.
Og gerandisdagarnar.
Vendir havinum rættan veg,
so tað ikki rennur útav
kantinun.
So tað ikki rennir útav 
borðkantinum 
á tí nú ruddaða borðinum.
Eg telji ongar lutir meir. 
Eg telji ongan longsul.
Eg telji ikki hondskrivaði brøv
í málaðu skuffunum.
Eg hoyri onga rødd tosa við 
meg frá uppvaskinum longur.
Minnist ongar sangir frá fortíðini.
Ongi gloymd telefonnummur.
Lítli fuglurin er flogin 
út gjøgnum altíð opna, 
lítla vindeygað.
Marglitti, kviki fiskurin 
er svomin
niður gjøgnum 
reinsaða frárenslið
saman við uppvaskivatninum.
Telefonirnar hava ringt 
á gáttini til morgunin,
og orðini hava ferðast við ljósins ferð
gjøgnum káplarnar.
Hann hevur sagt upphavinum søgurnar 
úr heiminum handan veggirnar,
handan høvini, handan fjøllini.
Søgurnar 
um hyacintir í vindeyganum. 
(Summarfuglar, patchouli, patchouli)
Um afturlatin eygu,
lop út í blunkandi, reyða
býin.
Um útlúgvaðar detektivar 
handan bleiktrandi skíggjar.
Klæði í skápunum,
bálum á gólvunum, 
bláum ballónum,
likkum á pelum, 
gráum livandi, 
droymandi vegum.
Søgurnar um
endurtøkurnar av einføldum ringrásum,
sum í teirra einfalda uppruna 
gjørdust óskilligar marrur við tíðini.
Brennievnið í tráani eftir tí fullkomna.
Sigur frá tí, 
ið fyrr stóð uttanfyri.
Frá tamdari náttúru.
Runnum í arkitektteknaðum garðum,
sum krupu upp eftir grønu líðunum.
Inn í klovnu gjáirnar, 
inn til hjálpirøturnar.
Frá svørtum leðurstyvlum,
sum nú standa í gongini.
Søgur um hin halta, assymetriska,
handan róðrið,
ein sólskinsdag í kjóla.
Um undranina yvir kensluna av
tilverunnar lætta stroki eftir pannuni,
tá Guð við edd sat við songina, 
meðan tú svav.
*