Svend Allan Sørensen og Knud Odde við síðuna av
Fríða Matras Brekku, Marius Olsen, Hansina Iversen og Jan Håfstrøm
Tróndur Patursson og Carl Jóhan Jensen, Brandur Patursson og Tóroddur Poulsen
Framsýningarfyrireikarar og gestir
Erla og Steinbjørn, Gyðja og Hans Pauli
Jan helt røðu og takkaði Steinbrá og listafólkunum
Jan hugleiðir um eitt gott listár
Carl Jóhan Jensen lesur yrkingar
Villanelle de taux plat extraordinaire ella Biddaragonguvillanelle tjúguhundrað og ellivu
Nú bróta tey sítt flatskattabreyð
og rassa við gumpinum sum tytta um stong,
so sveitta teir einglar sum dansa av neyð.
Summi, tað sigst, tey vildu tað treyð,
kristilig um hjartað, iðrandi og trong,
nú bróta tey sítt flatskattabreyð
men fáfongdin ein og trý fyri tvey,
so lættliga boyggir ein gudiligan drong.
So sveitta teir einglar sum dansa av neyð.
Og fólkaflokskraddini, eitt pluss sjey,
tey kunnu ríðast song úr song.
Nú bróta tey sítt flatskattabreyð.
Og sjálvstýris káraði postnummardrey
útnevndur brátt til innlendisdong.
So sveitta teir einglar sum dansa av neyð.
Men kajarmann sjálvur, nei tað er ikki sleyg,
hann krýndi seg sjálvan til biddarakong.

Við hesi flatskattavillanelluni endaði Carl Jóhan Jensen sín frálíka upplestur á upplatingini á ársins myndaódn í Steinprenti. Upplatingin er farin framvið, men framsýningin er opin allan mánaðan og eg kann ikki annað enn viðmæla øllum at síggja alla hesa fantastisku listina, sum tey fáa burtur úr har niðri á Skálatrøð. Hesar myndirnar tók Sveinur Thomassen og tøkk fái hann. Vit koma við fleiri myndum seinni.