Monday, December 26, 2011

Hey skál drekkið í botn...


Dagurin í dag, 26.desember verður hildin til minnis um fyrsta kristna pínslarváttan, Sankta Steffan, ið sambært  fólksligum halgisøgum í miðøldini varð sagdur at vera fjósdrongur í tænastu hjá Heródusi kongi og tann fyrsti at bera eyga við Betlehemsstjørnuna. Heródus var í holtur við at eta stoktan hana, tá Steffan greiddi honum frá stjørnuni og hennara týdningi. Heródus segði við Steffan, at hansara frásøgn var eins ómøgulig og fór stokti hanin at gala. Alt fyri eitt gól hanin (á latínskum!) Christus natus est og Heródus bleiv so óður, at Steffan varð tikin av døgum og hervið gjørdist fyrsti kristni pínslarváttin. Kelda: http://www.folkekirken.dk/hoejtider-og-traditioner/jul/2-juledag-skt-stefansdag/

2.jóladagur plagdi annars at vera tann heilt stóri ballingardagurin og tí ætlaði eg at finna dømi um føroyska myndlist, sum onkursvegna tematiserar drekkarí, men tey eru ikki so løtt at finna sum eg helt. Eg veit, at Mikines hevur onkrar myndir av veitslulagi, m.a. ein málning, sum nevnist Drykkjumaður frá 40´unum, William Heinesen hevur eisini málað onkrar trøllaveitslur og Torbjørn Olsen málað ella teknað onkra cafémynd, men eg havi í øllum førum ikki á internetinum funnið so nógvar sum eg roknaði við at finna.

Her eru nakrar góðar myndir, sum eg fann, umframt ein lutfalsliga nýggj video hjá Dennis Agerblad yvir tekst eftir Tórodd Poulsen. Tað snýr seg kanska ikki so nógv um drekkarí, men videoin er festlig og riggar heilt væl til annan jóladag. Skál! Og havið ein góðan 2.jóladag, ófriðarligan sum friðarligan.


Tóroddur Poulsen: Tostatræ. 2010 Steinprent 

Marius Olsen. Royndarprent 2009

Torbjørn Olsen: Innanhýsismynd 1998


Tóroddur Poulsen: Einki heiti 2006



Dennis Agerblad við teksti eftir Tórodd Poulsen: Málhøvd